Vinnuútlit
Høvdu vit ein greiðan politikk fyri, hvørjum treytum útlendingar skuldu virka undir í føroyskum vinnulívi, sluppu vit undan aktuellu støðuni, sum nú er íkomin, tí fremmandur kapitalur vil keypa Havsbrún, sigur Jóhan Páll Joensen stjóri á Norðís.
Hann heldur, at vit hava brúk fyri útlendingum í vinnulívinum. Teir kunnu geva okkum pengar, vitan og atgongd til heimsmarknaðin. Og teir seta okkum krøv, so vit ikki sovna, men gera okkum før fyri at hugsa. í altjóða høpi. Men teir eiga at fáa at vita frá fyrsta degi, at teir arbeiða undir føroyskum treytum.
Eitt er, at útlendingar koma inn í føroyska vinnulívið við pengum og vitan. Eitt annað er, um føroyingar yvirhøvur eru klárir at taka í móti teimum, tá teir koma.
Jóhan Páll Joensen heldur ikki, at vit eru tað. Vit síggja tað ferð eftir ferð, tá okkurt hendir sum nú hatta við Havsbrún. So fer alt upp at renna og gera loysnir, sum nú passa til júst tað aktuella málið.
Her eru poltikararnir ov seinir á sjóvarfallinum. Vit áttu langt síðan at havt fingið ein greiðan politikk um útlendskan kapital í føroyskum vinnulívið yvirhøvur, sigur Jóhan Páll. Tað eigur at leggjast ein langtíðarætlan, soleiðis at vit sleppa undan panikkloysnum, sum kunnu væntast fyrr ella seinni.
Hava vit hinvegin ein greiðan langtíðarpolitikk, sum sigur hvørjar treytirnar eru, sum útlendingar seta pengar í føroyskt vinnulív eftir, var einki at vera bangin fyri.
Jóhan Páll Joensen vísir á, at felagið, hann er partaeigari í, og sum so aftur eigur í Norðis, hevur útlendskar partaeigarar.
Tað skilst á honum, at hetta eru bretar. Við teimum hevur felagið fingið partapening og vitan. Men ikki minst hevur felagið fingið handilssambond og atgongd til bretska marknaðin fyri hýsuna, sum arbeidd verður á Norðís.
Hetta er tó ikki so, at Norðís til einahvørja tíð er bundið at útlendsku partaeigarunum. Teir eru við upp á handilsligar treytir. Soleiðis, at tá tað ikki loysir seg at handla við teir, verður farið aðrastaðni.
Soleiðis heldur hann eisini, at allir útlendskir íleggjarar í føroyskum vinnulívið skuldu verið stillarðir. Sloppið við undir handilsligum fyritreytum.
Jóan Páll er einki fyri, at vit avmarka alt ov nógv kortini. Gera vit tað so tvørligt, at eingin tímir at koma til Føroya við pengum, byrgja vit okkum inni, og so er galið.
Tað er ikki alt, sum hongur nóg væl saman, heldur Jóhan Páll Joensen. Vit tosa um at seta avmarkingar í vinnuna, samstundis sum vit tosa um partabrævamarknað.
Fara vit á børsin, er ikki vist, at vit sjálvir sleppa at avgera, hvussu nógv hvør partaeigari skal eiga. Tí skuldu vit helst ,áðrenn nakað slíkt verður gjørt, gjørt av, hvar tær ymsu fyritøkurnar verða flokkaðar. Í fyritøkur, sum kunnu umsetast púra frítt, ella í fyritøkur, sum eitt nú útlendingar bara kunnu eiga partvís.
Eitt er, sigur Jóhan Páll Joensen, at vit tosa um pengar í sjálvum feløgunum. Men eitt annað, sum handlað eisini verður við, er tilfeingið hjá okkum.
Jóhan Páll Joensen sigur, at hann heldur, at myndugleikarnir eiga at seta útlendingum avmarkingar í brúksrættinum til okkara tilfeingi.
Har hongur heldur ikki saman. Tað stendur í lógini um vinnuliga fiskiskap, at tilfeingið er ogn Føroys Fólks. Og tað samsvara ikki við tað, sum veruliga hendir.
Um so er, at tilfeingið er fólksins ogn, átti tað als ikki at kunnað verið selt ella handlað við, sum støðan er í løtuni. Men vit síggja regluliga, at fiskiloyvi verða seld fyri nógvar pengar.
Nú verður so eisini tosað um at hava ein fiskidagamarknað, har dagar kunnu keypast fyri dagsprís.
Hesum gongur stjórin á Norðís ikki inn fyri. Hann heldur ikki, at rætturin til tilfeingið skal vera nakar ognarrættur, men ein brúksrættur. Tað vil siga, at tann, sum fær rætt at fiska, skal fáa hann fyri einki. Men so skal hann eisini lata rættin aftur til fiskivinnumyndugleikan beinanveg, hann gevst at nýta rættin.
Fiskiloyvið - og fyri tann skuld eisini aliloyvið - skal um myndugleikan, áðrenn tað skiftir brúkara, sigur Jóhan Páll Joensen.
Tá tosað verður um fría umsetiligheit, heldur Jóhan Páll Joensen, at tað má so bara vera í Føroyum, at vit kunnu hava slíka. Tí hann ásannar, at hóast tað er í lagi, at útlendingar seta pengar í vinnuna, kunnu vit rættiliga skjótt hvørva, um tað verður óavmarkað.
Tí er tað, at stjórin á Norðís, Jóhan Pall Joensen, eftirlýsir einum greiðum, langtíðar vinnupolitikki í Føroyum.










