Hósdagin kom seinni partur av árligu konjukturfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum. Seinnu partur snýr seg um inntøkustøðið í Føroyum, har nevndin í Búskaparráðnum hevur sett sær fyri at kanna, hví føroyska samfelagið ikki er eins ríkt og onnur samfeløg.
Eins og í fyrra parti av konjukturfrágreiðingini, leggur Búskaparráðið heldur ikki hesaferð fingrarnar í millum. Politiski myndugleikin fær enn einaferð av at vita frá Búskaparráðnum. Ráðið finst harðliga at politikarunum fyri geva vinnuligum seráhugamálum ov stóra ávirkan, tá vinnupolitikkurin skal orðast. Sambært Búskaparráðnum er hetta ein álvarsom forðing hjá føroyska samfelagnum fyri at røkka sama inntøkustøði sum okkara grannalong.
-Ein hin álvarsligasta forðingin fyri at Føroyar kunnu røkka sama inntøkustøði sum grannalondini er, at almenna umsitingin í Fiskimálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Vinnumálaráðnum framvegis er alt ov veik til at virka sum munadygg verja av áhugamálunum hjá borgarunum um hægri vælferð, mótvegis kradding frá seráhugamálum, sigur Búskaparráðið.
Serliga fiskivinnan
Búskaparráðið heldur, at tað er serliga áhugabólkarnir innan føroysku fiskivinnuna, sum alt ov lætt hava fingið kvørkratak um politiska myndugleikan. Fremsta orsøkin til, at serliga áhugabólkarnar í fiskivinnuni hava so stórt vald á politiska myndugleikanum er illusjónin um, at fiskivinnan er einasta beini, føroyska samfelagið hevur at standa á.
?Statiska illusjónin( um at fiskivinnan er okkara einasta grundarlag, blðm) gevur áhugabólkum í útflutningsvinnuni og serliga í fiskivinnuni góðar møguleikar fyri lobbyvirksemi, tað vil siga fyri at avírka almennar uppfatanir av, hvussu búskapurin er háttaður. Tað einasta tey skulu sannføra veljaran um er, at av tí at "fiskivinnan er beinið, føroyski búskapurin stendur á", er tað neyðugt at tryggja, at vit hava ríkiligt av skipum, sjómonnum, flakafólki, alifyritøkum, sláturvirkjum o.s.fr. Um neyðugt má hetta tryggjast við studningum, bæði við generellum studingum, so sum skattafrádrátti og alment tryggjaðari minstuløn, og harafturat við meira specifikkum studningum til útvaldar fyritøkur, til dømis fiskiloyvir, "skattaafturbering" ella "tollendurgjald", stendur skrivað í frágreiðingini um inntøkustøðið í Føroyum.
Búskaparráðið heldur, at politikararnir í alt ov stóran mun leggja seg eftir at lurta eftir vinnuni.
?Í Føroyum er tað ein stórur trupulleiki, at ofta verður lurta eftir, hvat verandi luttakarar á einum marknaði hava at siga um ymisk viðurskifti. Verandi luttakarar hava sjálvsagt virðismikla vitan um marknaðin, og harafturat hava teir ein demokratiskan rætt at leggja síni sjónarmið fram. Men minnast má, at hesir luttakarar á marknaðinum arbeiða fyrst og fremst fyri egin áhugamál, sigur Búskaparráðið
Búskaparráðið fýlist eisini harðliga á, at sjónarmiðini hjá seráhugamálunum í fiskivinnuni sleppa at kveistra árligu metingarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum er stovnurin, sum skal tryggja, at áhugamálini hjá tí almenna verða varðveitt á haldgóðan hátt.
-Umframt at fáa tilfeingið ókeypis frá landinum avgera verandi aktørar í vinnuni eisini sjálvir, hvussu teir fara við tí. Landið hevur ein ráðgeva á økinum, nevnliga Fiskirannsóknarstovuna, men hesin ráðgevi verður konsekvent settur til viks, og sjónarmiðini hjá seráhugamálunum vinna frama. Tað er enntá komið so langt, at politiska magtin hjá seráhugamálunum í fiskivinnupolitikkinum er stovnsfest við Fiskidaganevndini. Gjøgnum hesa nevnd áseta ymsu reiðarabólkarnar í veruleikanum sjálvir, hvussu nógvar fiskidagar limirnir í bólkunum skulu hava, tí tilmælini frá Fiskidaganevndini vera altíð fylgd meira ella minni nágreiniliga
Borgarin burtur
Eins og í fyrra partið av konjekturfrágreiðingini vísir Búskaparráðið í sínum frágreiðing um inntøkustøðið í Føroyum á, at avgerðirnar hjá politiska myndugleikin í alt ov lítlan mun byggja á, hvussu vælferðin hjá einstaka borgaranum í Føroyum kann hækka.
?Almenna uppgávan er at umboða borgaran í hesum spælinum, tað vil siga í øllum samskifti við fyritøkur og aðrar seráhugabólkar at umboða áskoðanina um, at tað er vælferðin hjá øllum føroyskum borgarum sum telir, og ikki einstakar fyritøkur, vinnubólkar, arbeiðspláss ella líknandi. Tað almenna skal í hesum viðurskiftum verja áhugamálini hjá øllum borgarum, ikki bara núlivandi, men eisini hjá komandi ættarliðum, skrivar Búskaparráðið.
Mynd:
?Almenna uppgávan er at umboða borgaran í hesum spælinum, tað vil siga í øllum samskifti við fyritøkur og aðrar seráhugabólkar at umboða áskoðanina um, at tað er vælferðin hjá øllum føroyskum borgarum sum telir, og ikki einstakar fyritøkur, vinnubólkar, arbeiðspláss ella líknandi. Tað almenna skal í hesum viðurskiftum verja áhugamálini hjá øllum borgarum, ikki bara núlivandi, men eisini hjá komandi ættarliðum, skrivar Búskaparráðið í feskastu frágreiðingini.
Fakta: Búskaparráðið
Búskaparráðið er sett sambært løgtingslóg nr. 120 frá 1995 við seinni broytingum um búskaparráð. Tað ráðið sum nú situr er sett at virka frá 1. januar 2003 til 31. desembur 2005. Sambært grein 3 í lógini um Búskaparráð, skal ráðið minst eina ferð árliga greiða úr hondum frágreiðing um búskaparligu gongdina í Føroyum
Limirnir í Búskaparráðnum
Hermann Oskarsson, cand.polit, stjóri á Hagstovu Føroya, formaður
Óli Samró, cand.polit., stjóri á FAREC
Una Joensen, cand.oceon., Føroya Tele
Marner Jacobsen, cand.oecon., forstjóri í Føroya Sparikassa
Gunnvør Balle, cand.merc., søluleiðari á Tórshavnar Skipasmiðju
Anna Kass, M.Sc. í búsk., fíggjarfulltrúi í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum
Skrivari: Jóannes Jacobsen, cand. oecon.
Endamál: Landsstýrið skipar Búskaparráð við uppgávu at fylgja búskaparliga gongdin og ráðgeva um búskaparlig viðurskifiti.