Politikarar skulu ikki sleppa at lóggeva niður í sín egna lumma

Karsten Hansen heldur, at tað er skeivt at politikarar hava rætt til at áseta sínar egnu lønir. Hann mælir tí til, at ein serlig nevnd verður sett at finna útav, hvussu politikarir skulu lønast


Politikara-lønir
 
- Tað er ikki rætt, at politikarar hava heimild til at áseta sína egnu løn.
Tað heldur Karsten Hansen, talsmaður fyri tjóðveldisflokkin í lønarmálum.
Hann heldur at tað er skeivt, at politikarar skulu hava tann framíhjá rætt fram um øll onnur í sam felagnum, at teir kunnu lóggeva um, hvussu lønir og eftirlønir hjá politikarum skulu vera.
Nú hava politikarar akkurát hækka eftirlønina hjá landsstýrismonnum við afturvirkandi kraft til 1998 og tað helvur talsmaður tjóðveldisfloksins vera eitt gott dømi um, hvussu óheppið tað er, at politikarar hava hendan rættin.
- Tað er vónleyst at fáa fólk at skilja slíka framferð, samstundis sum teirra egnu eftirlønarviðurskfti eru afturútsigld. Hetta kunnu fólk ikki skilja, leggur hann afturat.
Tí skjýtur Karsten Hansen upp, at ein serlig nevnd verður sett at finna útav, hvussu lønin hjá politikarum skal ásetast frá nú og frameftir.
- Vit áttu at latið tað farna verið farið og einans hugt frameftir, tí tað er ómøguligt at forsvara, at politikarar lóggeva til sín sjálvs við afturvirkandi kraft
Hann mælir tí til, at ein nevnd við einum umboði úr hvørjum flokki verður sett at útgreina málið og hendan nevndin skal so kunna kalla teir serfrøðingar á fund, sum hon hevur brúk fyri.
Hetta er tað, sum eitur ein grein 25 nevnd á politikaramáli.
Annars heldur hann, at tað er ymiskt at fáa í rættlag.
- Ein trupulleiki er, at tað er ásett við lóg at landsstýrismaður skal vera løntur í 38. lønarflokki. Tað merkir, at lønir er nokk so fastlæst og tað er skeivt.
Karsten Hansen sigur, at tað førir til, at nógv embætisfólk í almennu umsitingini eru betri lønt enn landsstýrisfólkini, sum hava evstu ábyrgdina.
- Tá ið eg kom í Landdsstýrið, var tað bara aðalstjórin, sum fekk hægri løn enn eg sum landsstýrismaður. Men síðani samráddust tænastumenninir seg fram til betri løn og tá ið eg fór úr landsstýrinum vóru tað eini fimm, seks leiðarar í umsitingini, ið vóru betri løntur enn eg var, hóast eg hevði ovastu ábyrgdina.
- Somuleiðis hevur løgmansstjórin væl hægri løn enn sjálvur løgmaður, hóast løgmaður hevur evstu ábyrgdina og løgtingsstjórin hevur betri løn enn løgtingsformaðurin.
Hann heldur, at skal lønin ásetast eftir ábyrgdini, er hetta eitt sindur ivasamt og tí eigur ein nevnd at verða sett at fáa endaliga greiði á øllum hesum viðurskiftum.