Vit skulu hava ein óheftan grunn, sum skal lata stuðul til at gera føroyskar filmar fyri. Tað halda tær báðar tingkvinnurnar í Tjóðveldi, Bjørt Samuelsen og Beinta Løwe.
Málið um ein óheftan filmsgrunn kom serliga upp fyrr í ár, tá ið Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, vrakaði eitt uppskot frá ráðgevarum um at læta filminum, Sæla, stuðul, tí at hann var ov fúlur.
Og nú hava tær báðar tingkvinnurnar lagt uppskot fyri Løgtingið um a seta ein óheftan og frælsan filmsgrunn á stovn.
– Føroysk filmsvinna hevur ment seg nógv seinastu árini, men tað er neyðugt, at tey, sum gera film, fáa greiðar, fakligar umstøður at virka undir. Við hesum uppskotinum verður ein óheftur filmsgrunnur stovnaður, har tað er fakligheit og dygdin í tilfarinum, ið kemur at avgera, hvørt stuðul verður latin ella ikki, siga tær báðar.
Tey siga, at eins og øll onnur list, má filmslistin hava frælsi at virka, uttan politiskan, ella annan sensur, og tær umstøðurnar batna munandi, verður filmsgrunnur settur á stovn, heldur enn sum nú, har tey, sum vilja hava stuðul, skulu søkja beinleiðis frá landsstýrisfólkinum á økinum.
Tað er dýrt at gera folm, og fær ein verkætlan ikki stuðul í heimlandinum, ber aloftast heldur ikki til at søkja úr útlendskum grunnum, leggja tær afturat.
– At menna føroyskt filmsmál kann tí sammetast við, at menna móðurmál okkara, siga Bjørt Samuelsen og Beinta Løwe.
– Alt føroyskt filmstilfar bæði spælifilmar, undirvísingartilfar, lýsingar, dokumentarar, spretta úr føroyska samleikanum og jørðildi okkara, siga tær báðar.