Politikarar skulu ganga á odda við sparingum

- Landsstýrið eigur at niðurleggja eini trý av teimum níggju aðalráðunum.

Tað heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. - Og harafturat eiga politikararnir eiga eisini at frásiga sær tær skattafríu ágóðarnar, teir hava, leggur hon afturat.

Føroya Arbeiðarafelag hevur ársaðalfund í gjár og í ársfrágreiðing síni staðfestir forkvinnan, at hevði landsstýrið fyrst sópa fyri egnum durum, hevði skattgjaldarin sæð, at eisini tey fólkavaldu eru sinnað at spara hjá sær sjálvum, áðrenn teir fara í lumman hjá vanliga fólkinum.

Tí heldur hon, at ein gongd leið kundi verið at niðurlagt eini trý aðalráð.

- Almannamálaráðið og heilsumálaráðið eiga at verða løgd saman í eitt aðalráð, sigur hon í eini viðmerking.

Somuleiðis heldur hon, at fiskimálaráðið og vinnumálaráðið kundu verðið løgd saman, ella kundi innlendismálaráðið verðið lagt undir eitt annað ráð.

Men undir øllum umstøðum heldur hon, at uttanríkisráðið eigur at vera niðurlagt.

- Uttanríkisráðið er øgiliga dýrt, men eg dugi ikki at síggja, at tað ger nakra sum helst nyttu, sum ikki onkur annar kundi gjørt munandi bíligari, sigur Ingeborg Vinther.

Hon fýlist eisini á, at løgtingið at kalla einmælt, atkvøður fyri, at politikarar skulu hava rætt til fleiri almennar lønir.

Hon sipar til, at tá ið landsstýrisfólk fara frá og taka sæti á Løgtingi, fáa tey bæði løn sum landsstýrisfólk í nakrar mánaðir, umframt lønina sum løgtingslimur. Hava tey alment starv, fáa tey so eina hálva løn afturat.