Politikarar mugu sleppa øllum ætlanum um oljustudning til skipini

 Alt tos um oljustuðul til fiskiflotan elvir bara til, at ein tillaging av flotanum verður seinkað og tí má tað ikki koma upp á tal,
sigur formaðurin í Búskaparráðnum

Oljustuðul

 Politikarar eiga undir ongum støðum at lata fiskiskipunum studning fyri
tað at oljan er vorðin so dýr.
Tað heldur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðunum.
Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um støðuna, nú møguleikin er
gloppaður fyri at lata fiskiflotanum stuðul úr landskassanum, nú oljan er
søguliga dýr.
Nú oljan er so dýr, hava bæði fólk í vinnuni, ein búskaparfrøðingur og
politikarar nevnt møguleikan fyri at at lata skipini fáa oljustuðul, um
ikki nú, so seinni í ár fyri at vit kunnu hava tey í drift.
Men hetta er ein tanki, sum formaðurin í Búskaparráðnum staðiliga ávarar
ímóti.
 Skipini eiga ikki undir nøkrum umstøðum at fáa oljustuðul.

Seinkar eini tillaging
Hann sigur, at studningur fer ikki at føra annað við sær enn tað, at ein
tillaging av fiskiflotanum verður seinkað óneyðuga leingi.
 Men tað mest vandamikla av øllum er, at hurðin er sett upp á glopp fyri
at spurningurin um studning kann verða tikin upp til viðgerðar seinni.
 Politikarar eiga at gera vinnuni púra greitt longu nú, at hon fær ikki
oljustudning, tí so má hon longu nú undir at laga seg til ein rakstur, sum
ikki krevur so nógva olju, ella soleiðis at skipini á annan hátt bera seg.
Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at tað einasta, vit fáa burturúr at seta
studningshurðina á glopp, er, at vinnan setir seg at bíða til studningurin
kemur, ístaðin fyri at brúka kreftirnar uppá at laga seg til tær nýggju
umstøðurnar.
Tí tað er nevniliga tað, sum Johnny í Grótinum heldur er einasti møguleiki:
At vinnan lagar seg til at oljan er dýr.
Er talan um eitt sveiggj í oljuprísinum og at hann lækkar aftur, loysir
trupulleikin seg sjálvur, tí so kunnu skipini liggja, ella rekast við
halli í eina tíð, til prísurin aftur er lækkaður. Men er talan um at
prísirnir sum heild eru hækkaðir fyri at vera, er onki hjá vinnuni at gera
enn at laga seg til tær nýggju umstøðurnar.
 Hetta eigur at vera treytirnar hjá vinnuni og tað má hon laga seg til.
Men við at lata møguleikan fyri studningi standa opnan, taka politikarar
samstundis initiativið frá vinnuni at laga seg til nýggju umstøðurnar og
tað er óheppið.

Flotin má sleppa at umstilla seg
Hinvegin heldur hann, at tað er mangt sum talar fyri, at oljuprísurin
verður verandi høgur.
 Tá ið oljukreppan var í sjeytiárunum, var tað tí at OPEC londini skerdi
framleiðsluna fyri at tvinga prísin upp og tað skapti eisini kreppur.
 Hinvegin er orsøkin til at oljan nú er so dýr, tann, at
eftirspurningur eftir olju er vaksin so nógv, at framleiðslan ikki klárar
at fylgja við. Tí er oljan vorðin so dýr og tey eru mog sum meta, at hetta
er komið fyri at vera.
 Ein uppgerð vísir, at orkunýtslan í heiminum vaks 6% í fjør og tað er
nógv. Hinvegin er orkunýtslan bara í Kina vaksin eini 15% í fjør. Tí klárar
framleiðslan ikki at fylgja við og sostatt fara prísirnir upp.
Johnny í Grótinum sigur, at eru oljuprísirnir farnir upp fyri at vera, má
tann parturin í flotanum leggjast, sum ikki klárar seg við tí høga
prísinum.
 Afturfyri kann so tann parturin av flotanum, sum ikki er so
orkukrevjandi, vinna fram.
Men hann heldur, at tað er ein fortreyt fyri, at flotin kann sleppa at laga
seg til, so at hann verður so vinnuførur sum gjørligt, og tað er, at okkara
fiskivinnuregulering verður gjørd meira handilslig, soleiðis at
fiskirættindini vera meira umsetilig - eisini millum ymsu skipabólkarnar. Á
tann sleppur flottin frítt at umstilla seg til tað, sum kastar mest
av sær við at teir bátarnir, sum standa seg best, keypa loyvini hjá hinum,
sum ikki standa seg.
 Tað er onki, sum talar fyri, at ein partur av flotanum skal rekast víðari
við halli.
Johnny í Grótinum er greiður yvir, at støðan hjá flotanum hevur stóra
ávirkan á støðuna hjá fiskivinnuni á landi, men hann heldur ikki, at tað
kann brúkast sum grundgeving fyri at lata skipini fáa oljustudning. Tí
eisini hendan vinna má tillaga seg broyttu umstøðurnar.
Hann sigur eisini, at spurningurin er eisini, hvussu ein slíkur studningur
skuldi verðið veittur.
 Skulu øll skip fáa stuðul yvir ein kamb? Og hví er tað einans
fiskiflotin, ið verður umrøddur? Hvussu við øllum øðrum virksemi, ið verður
rakt av dýrkandi oljuni? Skal stuðulin verða tengdur at oljuprísinum
aleina, hvat hendir so, um oljuprísurin næstan tvífaldast, sum onkrar
metingar siga?
Johnny í Grótinum vísir soleiðis eisini á, at politikarar kunnu neyvan vita
nakað um, hvønn veg oljuprísurin fer og tí hava teir heldur onki haldgott
grundarlag at byggja ein oljustudningspolitikk á.