Tungt lag hekk í luftini. Leiðslan í Kringvarpinum var á fundi, og avgerð skuldi takast um, hvønn háls skarprættaraøksin skuldi medda til og skilja høvd frá buli. Í so máta er stemmningurin í Kringvarpinum ikki øðrvísi enn á øðrum arbeiðsplássum kring landið, og tað er ikki tí eg skrivi hesar reglur. Tað er eins svárt at verða uppsagdur í Kringvarpinum, sum á Kósini.
Eg fari at heita á løgtingsmenn út frá einum fólkaræðisligum sjónarhorni at loyva Kringvarpinum at hækka lurtara- og hyggjaragjaldið soleiðis, at stovnurin kann rekast við verandi manning, og tá ið tíðirnar aftur fara at batna við øktari manning.
Kringvarpið er ein almennur miðil, og fremsta uppgávan hjá hesum loftmiðli er júst at ansa eftir at lóggevandi, útinnandi og dømandi vald gera sum tey eiga at gera. Eitt veikari kringvarp gevur politikarum størri rásarúm til vanstýring.
Gera okkara løgtingsmenn karmarnar ovtrongar hjá kringvarpinum at virka undir, tá minkar orkan hjá kringvarpinum at ansa eftir politikkarunum og tað er vandamikið fyri fólkaræðið og kann flyta okkum til tilstandir, sum minna um einaræði.
Kringvarpið hevur í allari neyðini boðað frá, at teir fara at royna at økja um lýsingainntøkurnar. Hetta er serdeilis vandamikið fyri ein almennan fjølmiðil, hvørs høvuðsendamál er at fremja fullkomiliga óheftan tíðindaflutning og at virka sum fjórða statsmaktin saman við tí lóggevandi, útinnandi og tí dømandi.
Og hetta er serdeilis óheppið fyri miðlar sum ikki geva seg út fyri annað enn at vera privatir, og so sum verða riknir á handilsligum grundarlag. Ein alment stuðlaður stovnur kappast við privatar um lýsingar inntøkur er grundleggjandi skeivt.
Tess meira Kringvarpið er bundið at lýsingainntøkum tess fastgrónari gerst illgrunin um, at lýsarin kann stýra stovninum. Tað er nóg ringt í dag, nú ein triðingur av inntøkunum hjá Kringvarpinum eru frá spæli og lýsingum. Nú veit eg væl, at mínir starvsfelagar vilja loypa upp úr stólinum og rópa, at slíkt kemur als ikki upp á tal. Eg sigi heldur ikki, at tað hendir, eg sigi bara at illgrunin er har. Og tað er lætt at hugsa, at ongin sagar greinina av, hann situr á.
Um lýsingainntøkan gerst ov stórur partur av inntøkunum hjá Kringvarpinum, tá hendir tað lætt, at journalistar, sum hava bein í nøsini og sum ikki vilja stýrast av nøkrum, gerast óbrúkiligir í einum kommersiellum Kringvarpi, og tað er enn ein hóttan móti fólkaræðinum.
Góðu løgtingsmenn í samgongu og andstøðu. Tit gera tykkum sjálvum eina bjarnatænastu við at gloyma Kringvarpið í hesi sváru tíð. Minni eftirlit er við tykkum, tess størri eru sannlíkindini fyri at tit ikki gera tykkara arbeiði til fulnar.
Eg trúgvi, at veljarans álit á tykkum økist, um tit syrgja fyri, at vit hava ein sterkan almennan miðil, sum er høgt hevjaður yvir at verða bundin av nøkrum sum helst og serliga ikki vælvild frá peningasterkum privatum fyritøkum. Tess størri gjøgnumskygni er í politiska arbeiðinum, tess betri samfelag.
Vit hava ongantíð meira tørv á einum sterkum og óheftum Kringvarpi enn júst í krepputíðum.









