– Politiið er gjørt varugt við, at eitt filmsbrot frá eini álvarsligari ferðsluvanlukku, ið hendi um vikuskiftið, er í umferð á sosialu miðlunum. Politiið vil staðiliga heita á øll, sum hava filmsbrotið um at strika tað og ikki víðarigeva tað til onnur.
Tað skrivar løgreglan á facebook.
– Tað er brot á revsilógina at víðarigeva slík filmsbrot og kann geva seks mánaða fongsulsrevsing, sigur løgreglan.