Klokkan trý korter til sjey í morgun fór politiið í Havn á gøturnar at kanna prutl. Fleiri prutlførarar vórðu steðgaðir, og eitt og annað bagdi.
Mest vanliga misbrotið var, at prutlini koyrdu ov skjótt, tí tey vóru útborað. Summi prutl vóru ikki skrásett, og í fleiri førum var førarin ikki í fallhjálmi.
Tey útboraðu prutlini vórðu tikin inn, og ólógligu lutirnir skrúvaðir av. Eigararnir fáa eisini bót.
Í nøkrum førum vóru førararnir undir 16 ár, sum er aldursmarkið fyri at koyra prutl.
Koyrikortið verður ikki tikið frá teimum, sum hava koyrikort til prutl.