Politibilur í ógvusligum ferðsluóhappi í Hoyvík

Tvey fólk í øðrum bilinum, og ein politistur, vórðu flutt á Landssjúkrahúsið

Um níggu tíðina var ein politibilur uppi í einum ógvusligum ferðsluóhappi í Hoyvík.

 

Politibilurin var á veg norður eftir Hvítanesvegnum, tá ið samanstoyturin hendi. Ein bilur, sum koyrdi frammanfyri, snaraði inn á steðgiplássið hjá býbussinum mitt í Hvítanesvegnum, men snarar brádliga út á vegin, tí hann ætlar at gera eitt u-sving, tí hann skal suðureftir.

 

Løgreglan sigur, at bilurin blinkaði ikki, og tað kom so óvart á føraran í politibilinum, at hin bilurin snaraði út fyri, hann lukkaðist ikki at bremsa.

 

Avleiðingin var, at politibilurin rendi mitt inn í síðuna á bilinum, sum var komin at standa tvørt fyri á vegnum, og stoyturin var so harður, at báðir bilarnir fóru í knús, og kundu ikki koyra av staðnum aftur.

 

Tvey fólk, sum vóru í bilinum, vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, og tað var ein politistur í politibilinum eisini.

 

Men ongin av teimum hevði fingið nakran serligan løst av hendingini.

 

Løgreglan sigur, at málið verður nú viðgjørt sum eitt ferðsluóhapp.

 

Har á strekkinum er tað loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman, men Landsverk hevur sett eina talvu upp, har mælt verður til ikki at koyra skjótari enn 40. Løgreglan sigur, at tann talvan er einans at meta sum eitt tilmæli og ikki sum eini kravboð, so ongin fær bót fyri at koyra 50 á tí strekkinum.

 

Løgreglan hevur ikki kannað umstøðurnar í samandi við hetta ferðsluóhappið enn, og fær tískil heldur ikki sagt nakað um, hvussu skjótt løgreglubilurin koyrdi.