Løgreglan er við til øll størri tiltøk, og í so máta er Fjarða Festivalurin onki undantak. Talan er um seinasta tónleikafestivalin í ár, so løgreglan skuldi verið í góðari venjing. Fólk flest meta tað á mangan hátt óneyðugt, at løgreglan er á Fjarða Festivalinum.
- Tað eru í hvussu so er øgiliga fá full fólk á Fjarða Festivalinum, so tað er sjáldan, at vit mugu skilja menn, ið fara til hendurs og tílíkt. Men hesin festivalurin, skal sum allir aðrir hava eina rúgvu av loyvum. Hetta eru lógarfest krøv, sum komu aftaná, at Pearl Jam spældu á Roskilde í 2000, og Fjarða Festivalurin hevur fingið endaligu loyvini til sítt virksemi. Metast kann, at fyrireikarnir hava vart seg ímóti øllum, sum teir í veruleikanum kunnu fyrireikar seg til, sigur Ingibjørn Eldevig, varaleiðari á politistøðini í Runavík.
Veðrið spælir hund
Veðrið hevur fyrr verið ein trupulleiki hjá flest øllum festivalum í heiminum, og í fjør var Fjarða Festivalurin eisini úti fyri hesum.
- Tað vit eru mest bangnir fyri er veðrið. Tað kann skjótt gerast vandamikið, um ov nógvur vindur er. Tað er serstakliga týdningarmikið, at pallur og aðrir leysir lutir eru væl spentir, men fyriskipararnir hava eina góða trygdarætlan, so vit kunnu standa inn fyri, at ongin veruligur trupulleiki skuldi verið, greiðir Ingibjørn Eldevig frá.
Fáar trupulleikar
- Tað er sjálvandi øðrvísi at vera á Fjarða Festivali, enn á G! til dømis, tí klientelli er ikki heilt tað sama. Fólkini á Fjarða Festivalinum eru van.igar ikki full og líknandi. Hóast tað fara vit við nokk av fólkið á festivalin, tí mann kann risikera alt, men tað einasta, ið hevur verið ein veruligur trupulleiki á festivalinum, var eitt árið, tá bilar hjá festivalgestum forðaðu ferðsluni á bygdavegnum í Skálafirði, sigur varaleiðarin.
Á Fjarða Festivalinum fær løgreglan í Runavík eisini styrk úr Havnini, og sambært Ingibirni Eldevig, er tað ikki øll løgreglan á festivalinum, ið er í løgreglubúna, tí teir gera vanliga ikki so nógv um seg, um onki er at gera.
- Bara tí at festivalur er, skal ongin vænta, at vit allir eru har. Ongin skal koyra ólógligt, tí Sosialurin hevur verið og práta við meg, leggur Ingibjørn Eldevig afturat.