Umframt Stjørnuna og Polarhav, koma Heykur og Falkur møguliga inn at landa leygardagin. Skipini, sum hava roynt einar 4-5 dagar, hava stívliga 200.000 inni í dag Polarhav og Stjørnan, sum royna eftir gulllaksi, fara at landa í Saltangará í morgin. Hetta er fimti túrurin hjá skipunum, síðan tey fóru á gulllaks í hesi vertíðini.
Skipini, ið eru so gott sum fullfermd, verða inni klokkan 06 í morgin. Veiðan eftir einari viku liggur um 450.000 pund tilsamans.
Mánadagin og týsdagin var eingin landing í Saltangará, og á Landingarmiðstøðini hjá Beta vænta tey ikki fleiri skip hesa vikuna.
Møguleiki er tó fyri, at ísfiskatrolararnir Heykur og Falkur koma inn at landa leygardagin. Skipini, sum hava roynt í einar 4-5 dagar, hava stívliga 200.000 pund inni í dag.
Í síðstu viku landaðu fleiri ísfiskatrolarar í Saltangará og teir seinastu, sum løgdu veiðina upp, vóru Bakur og Stelkur, sum leygardagin landaðu sløk 380.000 pund av upsa.
Hóast hetta ikki er besta tíð til upsa, hava skipini kortini gjørt hampiligar túrar í seinastuni, og á Landingarmiðstøðini í Saltangará siga tey, at støddin á upsanum er góð.










