Póland sum Føroyar møta 15. januar vann aftur á Argentina

Undan ársskiftinum hevur Póland spælt tveir venjingardystir móti Argentina

15. januar spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti dyst í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í Berlin í Týsklandi móti Pólandi.

 

Póland hevur fyrireikað seg til EM-endaspælið við at spæla tveir venjingardystir móti Argentina á heimavølli.

 

Fyrrakvøldið vann Póland tepran 27-26 (13-13) sigur á Argentina.

 

Í kvøld fekk Póland ein góðan dyst í beinini. Í kvøld vann Póland greiðan 34-26 sigur á Argentina. Í steðginum vóru pólendingar á odda 17-13.

 

Fyrr í dag vann Slovenia, ið eisini er í okkara innleiðandi EM-bólki á heimavølli 34-33 (16-15) á Eysturríki.

 

Noreg sum Føroyar møta 13. januar í Berlin spælir kapping í Golden League móti Danmark, Niðurlondum og Egyptalandi, dagarnar 4. til 7. januar.