Pól F - hugleiðing og sangur

Í annaðkvøld verður tiltak, har Hanus G. Johansen fer at syngja Pól F, og Hans Jacob Kollslíð fer at hugleiða.

Í annaðkvøld verður forvitnisligt tiltak á Tjóðpalli Føroya, har Hanus G. Johansen fer at syngja Pól F sangir, og Hans Jacob Kollslíð fer at hugleiða um mannin, Pól F. Joensen.

 

Hanus G. Johansen hevur gjørt løg til ein hóp av yrkingunum hjá Pól F og hevur givið út tríggjar fløgur við sangum við orðum eftir Pól F.

 

Kendasta av hesum fløgunum er helst tann fyrsta, Gaman og álvara (1988), men eisini tær báðar seinnu, Hørpuspælarin (2010) og Á fold eru túsind gudar (2012), eru væl umtóktar millum manna.  

 

- Hugskotið til tiltakið fingu fólk á Skála, tá tey skipaðu fyri einum Pól F kvøldi á Fjarðastevnuni í summar. Ynski var um at fáa Hanus at syngja Pól F sangir, men tey vóru eisini mong, ið kundu hugsað sær at hoyra eitt sindur um mannin Pól F.

 

Tjóðpallur Føroya veit at siga, at Hans Jacob Kollslíð til hetta høvið skrivaði eina hugleiðing um Pól F við støði í teirri ávirkan, ið sangirnir á plátuni Gaman og álvara høvdu á hann, tá hann hoyrdi plátuni á fyrsta sinni og við støði í einari samrøðu, sum Pól F hevði við Tór Jóansson, tá Pól F fylti 70.

 

- Tiltakið á Skála var so mikið væl eydnað, at Hanus og Hans Jacob gjørdu av at royna tiltakið aðrstaðni eisini. Teir hava fyribils verið í Vektarbúðini í Vestmanna og í Gamla skúla Sørvági, og undirtøkan hevur verið sera góð.

 

Tjóðpallurin sigur, at tiltakið, Pól F - hugleiðing og sangur, verður klokkan 19.30. Atgongumerki fáast á info(at)tjodpallur.fo og við dyrnar frá klokkan 18.30.