Tað kom heldur óvart á, tá ið tað gjørdist greitt fyri júst einari viku síðani, at heimsins dýrasti fótbóltsleikari, Paul Pogba, ikki slapp at spæla við í fyrsta dystinum hjá Manchester United í nýggja Premier League-kappingarárinum. Orsøkin var, at Pogba hevði fingið tvey gul kort í italsku steypakappingini í farna kappingarári, tá ið hann umboðaði Juventus, og hesi kortini fylgdu við honum, tá ið Pogba herfyri skifti italskan fótbólt út við enskan fótbólt.
Í kvøld er aftur dystur á skránni, tá ið nakað so sjáldsamt sum ein fríggjakvøldsdystur verður spældur í Premier League. Manchester United tekur ímóti Southampton. Venjarin hjá Manchester United, José Mourinho, váttar, at nú er Paul Pogba til dystin fús.
- Pogba hevur framvegis ikki spælt ein einasta minutt fyri okkum í fyrireikingunum til kappingarárið, men hann hevur vant við okkum í næstan tvær vikur nú. Hann er førur fyri at spæla nakrar minuttir, sigur José Mourinho við MUTV, ið er sjónvarpsrásin hjá Manchester United.
Við hasum viðmerkingunum er ilt at meta, um Paul Pogba byrjar inni í kvøld ella ikki.
Manchester United fekk eina sera góða byrjan upp á nýggja kappingarárið, tá ið Bournemouth varð bast rímiliga greitt á útivølli - 3-1. Southampton byrjaði nýggja kappingarárið við at spæla 1-1 á heimavølli ímóti Watford.
Tvey tey seinastu kappingarárini hevur Southampton vunnið 1-0 á Old Trafford, og harvið er lagt upp til ein spennandi dyst, tá ið Manchester United tekur ímóti Southampton klokkan 20 í kvøld.