Pluss 30 aftur í Rex fríggjakvøldið

Sambært dansistaðnum Rex í Havn eru tað nógv fólk +30, tað eru fólk oman fyri 30 ára aldur, sum hava ynskt eitt stað, har tey kunnu dansa. - Eftir hesar áheitaninar eru vit farnir undir at skipa fyri einum tiltaki, ið vit kalla +30. +30 verður seinasta fríggjakvøld í hvørjum mánaði, sigur Rúni M. Djurhuus í Rex.

 

- Hesaferð er tað eingin annar enn LM band, sum fer á pallin í Rex, sigur Rúni.

 

Hann heldur, at Lm Band má sigast at vera eitt tað kendasta dansiorkestrið millum tey +30 í løtuni - og tí er bara at fara í dans fríggjakvøldið, heldur hann.