Plinkan – hvør er tað fyri ein fiskur?

Fyri stuttum frættist at føroyskar orðabøkur eru ókeypis hjá øllum skúlaverkinum. Eitt frambrot og ein avleiðing av samstarvi millum Sprotan, Nám, OBG og Mentamálaráðið. Men hvør er PLINKAN, og hví hoyra vit javnan hetta orðið, tá ið tosað verður um føroyskar orðabøkur?

Plinkan – próvtøkur og uppgávuskriving

Tað er forlagið Sprotin, sum eigur og rekur orðabókaskipanina, sum øll í føroyska skúlaverkinum hava atgongd til. Men netsambandið verður vanliga kvett, tá ið próvtøkur eru, og tað kann vera ein trupulleiki fyri próvtakararnar, um teir eru vanir at arbeiða við orðabók og seta sítt álit at tann møguleikan at tryggja og eftirkanna sítt skrivliga avrik. PLINKAN er ment júst tí, tað IKKI er atgongd til internetið, tá ið próvtøka er. Við Plinkuni lagdari inn á telduna fær ein byrgt fyri hesum trupulleika, tí tá sleppur ein altíð og allastaðni fram at orðabókunum. Plinkan er á telduni, og tað einasta, ið krevst, skal hon virka, er, at streymur er á telduni. Plinkan er eisini ein fongur, tá netið er óstøðugt ella til tíðir burtur, tí tú fært ótarnað arbeitt við uppgávuni, tú vart í holt við. Heldur ikki er ókent, at fólk fara í summarhús ella leita sær á bygd at skriva uppgávur, greinar ella bøkur lidnar, og tá er ikki vist, at ein hevur netatgongd.


Plinkan og netorðabøkurnar, hvør er munurin?

Plinkan og netorðabøkurnar verða fóðraðar úr sama dátugrunni. Hetta merkir, at orðabøkur og leitúrslit altíð er eins, sama um tú brúkar Plinkuna ella netorðabøkur. Munur vil tó altíð vera á orðabókaforriti og netorðabókum. Umframt at Plinkan virkar av linju (off-line), so ber til at velja, hvussu Plinkan verður víst, tá ið tú fert í annað skjal, t.d. í word. Skal hon liggja sum ein leitbreddi, ein ímynd (ikon) ella við seinast vístu leitfrágreiðing? Hetta eru møguleikar, sum gera Plinkuna til eitt so framúr arbeiðsamboð hjá øllum, sum samskifta og brúka teldu, tá ið tey skriva tekstir. Skiftið ímillum arbeiðsskjal og at leita í Plinkuni er ógvuliga lætt og høgligt.


Plinkan og dagføringar

Plinkan hevur loyst orðabókafløgurnar av. Við Plinkuni sleppur ein frá at skula minnast til at taka ymsar orðabókarfløgur við sær, eins og tú við fløgunum aldrin fekst atgongd til heilar 10 orðabøkur í senn. Størsti fyrimunurin við Plinkuni umframt alla orðabókarúgvuna, ið man sleppur frá at knossast við, man kortini vera, at dagføringar eru við í prísinum. Tú rindar fyri eina vøru, ið er hin mest dagførda á marknaðinum, so leingi plinkuhaldið varir. Tað virkar nevniliga soleiðis, at fyrsta tú hevur netsamband, verða dagføringarnar avgreiddar av sær sjálvum, og næstu ferð tú situr og arbeiðir uttan netsamband, hevur tú ta nýggjastu orðabókina hjá tær. Hetta er hent og alneyðugt, tí nýggj orð og nýggjar orðingar verða dag og dagliga løgd í skipanina.


Er Plinkan við í ókeypis orðabókpakkanum?

Plinkan er ikki í ókeypis pakkanum, sum var givin skúlaverkinum í august. Men Plinkan fæst til keyps á heimasíðuni hjá Sprotanum. Her kanst tú heinta Plinkuna ókeypis niður og síðani keypa mánaðarhald í styttri ella longri tíð – tað er upp til hvønn einstakan at gera av. Ikki er óvanligt, at lesandi halda Plinkuna í ein mánað ella tveir soleiðis, at tey, tað tíðarbilið tey ganga til próvtøkur og/ella skriva ritgerðir, tryggja sær fullgóða orðabókaatgongd – við ella uttan netsamband.

Plinkan fæst eisini til keyps sum ein “Plinkupakki” í Rit&Rák og Nema. Í snøgga pakkanum er ein geymi við Plinkuni í og eitt hald, sum er galdandi í eitt ár.


Plinkan til skúlar, fyritøkur og stovnar

Tað er ikki óvanligt, at skúlar vilja hava Plinkuna á allar teldur, sum hoyra til skúlan. Hetta ber væl til, og vanliga kann Plinkan leggjast á allar teldur í einum. Sama er galdandi fyri fyritøkur og stovnar.


Plinkan og framtíðin

Nú á døgum ber ikki til at bjóða fólki eitt forrit, og síðani leggja menningina á hillina. Við orðabókum er tað soleiðis, at ein stútt og støðugt skal vera á veg móti málinum, um ein vil tæna brúkaranum og geva honum tað livandi málið. Nýggj hugskot, nýggir møguleikar og nýggir tankar seta dám á Plinkuna og gera hana til tað framúr amboð, hon er. Sprotin arbeiðir í tøttum samstarvi við forritara, ritstjórar og ikki minst brúkarar, og málið er, at Plinkan altíð er í fremstu røð.

Í løtuni verður arbeitt dúgliga við trimum nýggjum orðabókum sum skulu leggjast inn í heyst. Hesar eru: Franskt-føroyskt, spanskt-føroysk og russiskt-føroyskt. Føroysk bendingarmynstur, rættskrivingarreglur o.a. verða eisini løgd inn í næstum.




Faktakassar:

Plinkan og dagføringar

• Dagføringar eru við í prísinum

• Dagføringarnar verða gjørdar javnan

• Orðabókin er altíð hin mest dagførda á marknaðinum


Plinkan fæst:

• í bókhandlunum og sum stórhald

• eitt stutt bil, t.d. mánað, um ein heldur seg hava serligan tørv á henni júst tá.


Orðasøgan um Plinkuna:

‘Plinkur’ merkir eitt mið (ofta nær landi), t.d. ein sildaplinkur. Vit brúka sjaldnara kvennkynssniðið av plinkinum og kalla forritið Plinkan – tað góða orðamiðið.


Í PLINKUNI eru hesar orðabøkur

• føroyskt-føroyskt

• føroyskt-enskt

• enskt-føroyskt

• føroyskt-danskt

• danskt-føroyskt

• føroyskt-týskt

• týskt-føroyskt

• føroyskt-spanskt

• føroyskt-italskt

• føroysk yrkorðabók

Hesar eru á veg:

• franskt-føroyskt

• spanskt-føroyskt

• russiskt-føroyskt


Hvussu nógv kostar PLINKAN?

• Vanligt hald til Plinkuna kostar 45,00 DKK um mánaðin. Haldið er knýtt at eini teldu, og allar bøkurnar eru við í prísinum. Hald kann keypast á www.sprotin.fo

• Skúlar, fyritøkur og stovnar kunnu keypa stórhald fyri 5,00 ella 10,00 DKK um mánaðin. Setið tykkum samband við Sprotan og fáið at vita, hvussu lættliga hetta kann gerast.

• Plinkupakkin við einum geyma kostar 549,- og kann keypast í Rit&Rák og NEMA. Haldið er virkið í eitt ár.

Orðasøgan um Plinkuna:

‘Plinkur’ merkir eitt mið (ofta nær landi), t.d. ein sildaplinkur. Vit brúka sjaldnara kvennkynssniðið av plinkinum og kalla forritið Plinkan – tað góða orðamiðið.


Applinkasjón

Í 2012 verður Plinkan við øllum orðabókunum at fáa sum pinkuforrit at leggja á telefonina og á handteldu.