Pleaser vann á Amazonair

Føroysku limirnir í Pleaser vóru framúr, tá teir spældu bólkin víðari í semifinaluna, í stórari danskari tónleikakapping

Tá Live Contest vitjaði Næstved seinasta vikuskiftið, var talan um kapping millum tveir bólkar við føroyskum limum. Pleaser við brøðrunum Jens John og Angrími Jacobsen kappaðist í móti Amazonair við føroyska bassleikaranum Sólbjarti Pæturi Sivertsen. Tá avtornaði var Amazonair ov stuttur, meðan Pleaser spældi seg í semifinaluna.
 
Soundvenue.dk skrivar, at uppgávan hjá dómarunum var sera torfør, og at valið beinanvegin stóð ímillum Pleaser og Amazonair, hetta hóast hinir luttakandi bólkarnir eisini fáa góð ummæli. Soundvenue sigur, at orsøkin til, at Pleaser vann, var fyrst og fremst tann, at bólkurin var meira egin enn Amazonair.
 
Um Amazonair skrivar ummælarin, at bólkurin minnur dekan ov nógv um Coldplay, men at okkurt av løgunum er so frálíkt, at tað luktar langt burtur av útvarpshitti. Sangarin í bólkinum Jesper Sloth Møller verður eisini róstur fyri sín frálíka sang.
 
Um Pleaser skrivar ummælarin serliga um røddina hjá Jens John, at hon allatíðina siktar eftir himlinum, og at hon onkuntíð rakar. Eisini frálíka gittarspæli hjá Arngrími fær nógv jalig orð.