Platon á føroyskum

Forlagið Fróðskapur gevur nú út savn við fimm verkum eftir Platon í týðing hjá Janusi Djurhuus

Janus Djurhuus skrivaði í brævi í 1929 skemtandi , at hann ætlaði at lata ?hin ódeyðiliga Platon í føroyskt kot og korta buksur?.

Ivaleyst var hann longu tá byrjaður at týða Platon, tí í árunum 1931 til 1935 lat Janus Djurhuus ikki færri enn fimm týðingar av gitnað heimspekinginum úr hondum.

Hesi fimm verkini eftir Platon gevur Fróðskapur nú út í aðru útgávu, savnað í eina bók við heitinum ?Platon: Drykkuveitslan og aðrar samrøður?.

Hóast hugmyndirnar hjá Platon ofta flúgva høgt og heimspekin stingur djúpt, er bókin skrivað einfalt og livandi, so øll kunnu vera við.

Umframt platontýðingarnar hjá Janusi eru tvær greinir í bókini, ætlaðar sum kunnandi bakstøði til hesar 2500 ára gomlu tekstirnar.

Jógvan Hansen, heimspekifrøðingur, skrivar um lívssøgu Platons, hugmyndafrøði hansara og tann týdning, hann fekk. Bergur D. Hansen, søgufrøðingur, skrivar um søguna hjá forna Hellas, serliga tað fólkaræðisligu stýrislagið í Athen.

Aftast í bókini er listi við frágreiðingum um nøvn og hugtøk í bókini.