Plastikk »havgreyturin« er helst verri enn oljudálking

Á aðalfundi hjá KIMO (Kommunernes Internationale Miljøorganistation) í Den Haag farna mánaði staðfesti formaðurin fyri felagsskapin, mayor Albert de Hoop frá Frísaroyggjunum at tann nú kendi og alstóri »havgreyturin« í útsynningsatlantshavi helst er og verður ein størri hóttan fyri havumhvørvið enn oljudálkingin.

Hesum greiðir Jógvan K. Mørkøre á Eiði frá.


Hann vísir á, at hesin millumlandaumhvørvisfelagsskapurin, sum nú hevur eini 20 ár á baki varð stovnaður av kommunum í londum kring Norðsjógvin við endamálinum at verja havumhvørvið fyri dálking og teimum avleiðingunum, ið viðkomandi strandakommunur beinleiðis varða av.


- Eitt stórt vandamál hjá nevndu kommunum eru bingjurnar, ið skip alt ov ofta missa fyri borð vegna ikki nóg væl egnað skip, ivasama lasting, ring lás o.fr. Hetta er mál, ið KIMO leggur nógva orku í og órógvar felagsskapin almikið. Íðnaðurin metir at, í heimshøpi missa skip fyri borð umleið 10.000 bingjur árliga, herav 2.000 í europeskum høvum. Stutt síðani máttu Frísaroyggjarnar leggja strendur til hesar vandamiklu rekar, sigur Jógvan K. Mørkøre.


Eitt nýtt fyribrigdi í dálkingarhøpi er tað, ið nú verður kallað »microplast« tað eru smáu bitlarnir, sum plastikk at enda morlast niður til í náttúruni, bæði í sjónum og á landi. KIMO fylgir eisini við í slíkum málum.


- Sambært kanning visti fuglafrøðingur at siga frá tí ónossligu søgu, at í dag flúgva 78% av havhestunum í Norðsjónum og 46% av havhestunum í Føroyum við plastikki í maganum, sigur Jógvan K. Mørkøre.


KIMO felagsskapurin er alsamt vaksandi og fer nú eisini at fevna um lond í Eystrasalti, har somu trupulleikar eisini gera seg galdandi.