Plastblómur ella ikki ? tað er ætlanin við blómunum, ið hevur týdning!

Marianna Heinesen, Valevni Tjóðveldisfloksins til býráðsvalið


Tað frøddi meg almikið, at mín grein gav eitt so skjótt aftursvar! Men líka ein rætting.
Persónliga eri eg ímóti at bólka fólk, soleiðis skilt, at vit m.a. hava ein aktivan ungdóm, dovnan ungdóm, krevjandi ungdóm, ein sunnan ungdóm, o.s.fr. Hetta verður tíverri gjørt, líka sum Poul bólkar meg í ein lítlan bólk, ið ongan hug hevði at virka undir teimum fyriskipaðu frítíðarfelagsskapunum. Her er rættingin. Eg var aktivur limur í Havnar Svimjifelag, Neistanum, B36, Fleyr, Fimleikafelagnum Ljósinum og nøkur ár hjá teimum gráu skótunum hjá Herinum, ein stóran part av mínum ungdómsárum.
Men tað, sum er áhugavert í hesum er, at tey fyriskipaðu frítíðarfelagsskapirnir hava eitt endamál at náða. Tað, sum sermerkir eitt ungdómshús, er at ALLUR ungdómurin samlast har við hvør sínum áhugamálum og aktivitetum. Tey, ið eru virkin í fyriskipaðum frítíðarfelagsskapum og tey, ið ikki eru virkin. Eitt ungdómshús skal geva pláss og rúm fyri øll!! Tískil kann man ikki seta fyriskipaðu felagsskapirnir upp ímóti einum ungdómshúsi, og tað veit Poul líka so væl sum eg!
Málið er fleiri ungdómshús. Avbjóðingin er hvussu? Tjóðveldisflokkurin hevur í síni valskrá lagt miðvísar ætlanir um hvussu ein partur av avbjóðingini kundi verið nøktaður. Tað er ikki bara spurningur um fígging og rakstur - tað er ein spurningur um at raðfesta íløgurnar!
Latið okkum saman fáa eina kommunu - har ungdómurin blómar - plastik ella ei - tað er ætlanin og endamálið, ið hevur týding!
Gott kommunuval!