PlanetGalla: Vágspopp

Hvat heldur tú um um tiltakið Planet Galla?

 
Thilda Joensen, lurtari
Fínt tiltak og nógv fín fólk. Stuttligt, at fólk gera so nógv burturúr. Og kokkarnir eiga at fáa rós. Eg haldi ljóðgóðskan er góð og tað sama kann sigast um ljóssetingina. Ein situr sum á nálum og bíðar eftir úrslitunum av teim ymsu planet handanunum.
 
 
 
Kristina D. Øster, lurtari
Eg haldi tað er gott við einum slíkum gallatiltaki og at øll pynta seg og royna at síggja gott út. Eisini er stuttligt við útlendskum nomineringum og luttakarum. Og Hotel Føroyar er eitt gott stað til slíkt tiltak.



Flóvin E. Viderø, tónleikari
Tað er feitt at vera nomineraður, hóast slík tiltøk ikki eru júst eg. Men hetta er eitt gott kvøld og ljóðið er gott...og Yggdrasil var feitt! Ein "minglar" nógv, tí ein situr ikki við føst borð og tað er gott, tí ein hittir nógv fólk.
 
Jesper Binzer, tónleikari
Eg haldi at tiltakið flýgur høgt listarliga og hetta er eitt flott tiltak. Skal eg siga nakað, so er tað, at steðgirnir eru ov langir, so næsta ár verður hetta óivað strammað upp. Men annars flott og hetta er jú fyrstu ferð. Og eg kann skoyta uppí, at 200 hevði uppiborið at vinna!