Plakatirnar gerast størri og størri

Eg havi sæð tvær plakatir við politiskum boðskapi, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri

Flokkarnir eru samdir um tað mesta, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri í Miðlahúsinum.

 

- Tað er torført at síggja mun á flokkunum. Allir eru samdir um at eldraøkið er størsta avbjóðingin og skal hava bestu umstøður og prioriterast. So eru teir samdir um, at parkeringsviðurskiftini í býnum eru vánalig og so hava teir ymsar kreativar loysnir um, hvussu tað skal loysast, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Miðlahúsinum.

 

Hann heldur, at kommunuvalið er vorðið meiri um persónar og minni politiskt.

- Eg haldi, eg havi funnið tvær plakatir við politiskum boðskapi. Tú sært bara andlit og nøvn. Tað ger tað eitt lítið sindur óinteressant. Tað hugsjónaðarliga stríðið er horvið, sigur Eirikur Lindenskov.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra prátið millum Hilmar Jan Hansen og Eirik Lindenskov á Rás 2.