Plátuvendari eygleiddi vinfólk

Kendur danskur plátuvendari er skuldsettur fyri at hava hackað og lúrt eftir vinfólki

Náttarlívið í Keypmannahavn hevur fingið ein kvøkk, eftir at ein kendur DJ er skuldsettur fyri hava hackað teldur hjá vinfólki og kenningum. Blaið Vice veit at siga, plátuvendarin hevur fingið atgongd til teldur, harddiskar, vevkamera, Facebook, Skype og persónligum fílum hjá vinum.
Tað hevur hann gjørt við at senda fólk ein sonevndan ”trojanskan hest” umvegis innbjóðingar, mp3-fílar ella annað. Fjalda forrtitið hevur so givið honum atgongd til teldurnar hjá eitt nú tónleikarum, vinum, modellum, klubbeigarum og plátufelagsfólki.
Løgreglan váttar fyri blaðnum Vice, at tey kann málið, men meira vilja tey ikki siga. Heldur ikki plátuvendarin hevur hug at úttala seg.
Vice vil verða við, at plátuvendarin hevur ikki havt fíggjarligan vinning fyri eyga við at lúra eftir vinunum.