Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin
Føroyar skulu vera eitt land, har pláss er fyri øllum. Vit vera ongantíð samd um allar lutir, og tað skulu vit heldur ikki vera, men vit mugu virða hvønn annan, og virða støðuna hjá hvørjum øðrum. Harðskapur loysir ongar trupulleikar.
Seinastu tíðina eru nakrar ógvusligar hendingar farnar fram í Føroyum, vegna tað at fólk ikki hava somu uppfatan av etiskum spurningum. Tað at ikki øll hava somu uppfatan av hesum spurningum, er náttúrligt. Men tað kann ikki góðtakast, at hesin munur førir til harðskap.
Sambandsflokkurin fer at taka málið upp og fer at viðgerða hesa sera álvarsomu støðu sum vit sum land eru komin út í. Politikkarar hava ábyrgdina av at verja bæði minnilutar og meirilutar, og henda ábyrgd skal vísast í verki. Hinvegin, so hevur Sambandsflokkurin eisini søguliga latið hvønn einstakan tikið persónliga støðu, tá talan er um etisk virði. Tað mugu vit eisini virða.
Føroyingar mugu ansa eftir, at etisku málini ikki blíva ein spurningur um hvør skal jagstra hvønn. Pláss skal vera fyri samkyndum í okkara samfelag, men pláss skal eisini vera fyri teimum, sum vegna sína trúgv, ikki kunnu taka undir við skrásettum paralagi. Eisini tey sum hava framt harðskap, skulu eiga sítt pláss í føroyska samfelagnum, hóast teirra framferðarháttur í hesum máli ikki kann góðtakast. Harðskapur gongur ikki bara útyvir tann, sum hann er framdur ímóti, men hann skaðar eisini umdømið hjá øllum landinum.
Sambandsflokkurin fer at taka málið upp um tann harðskapin, sum er framdur hesa seinastu tíðina, og tað sum er sagt og skrivað alment síðani tá. Umráðandi er, at pláss er fyri okkum øllum her á landi, og at øll hava loyvi til at hava sína meining, uttan at hetta skal føra til harðskap ella niðrandi útsagnir (galdandi báðar vegir).