Pixi-bøkur aftur at fáa

Leingi er tað, ið væl skal vera.

 

Bókadeildin sendi tær fyrstu føroysku Pixi-bøkurnar á marknaðin í 1988 og aftur árið eftir, og nú koma endiliga fleiri Pixi-bøkur.

 

-Sjálvt um vit noyddust at bíða í meiri enn tjúgu ár eftir nýggjum Pixi-bókum á føroyskum, so ætla vit ikki, at tað skal ganga líka long tíð, til næstu bøkurnar

fara at koma. Arbeitt verður við at fáa tær næstu at koma út undan jólum, og sjálvandi fara tær at snúgva seg um jólini, sigur Beinta Johannessen, marknaðarfólk hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags.

 

Pixi bøkurnar, sum nú eru á marknaðinum, eru allar ævintýr, sum brøðurnir Grimm savnaðu á sinni.

 

 

Ævintýrini eru: Stjørnudáli, Útróðrarmaðurin og kona hansara, Frú Hulda, Lítlibeiggi og Lítlasystir, Lorkuleggur, Vársalat, Snjóhvíta og Úlvurin og tey sjey geitarlombini.

 

Hvør bókin kostar 20 kr.