Pisudagar hjá EIK í Havn og í Klaksvík

(Ljóðsamrøður) Umboð fyri Meginfelag Føroyskra Studenta og EIK vitjaðu Rás2 seinnapartin

Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pisur undir víðari lestur, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.

 

Tí skipa MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta), ASK (Altjóða Skrivstovan) og EIK fyri Pisudøgum á hvørjum ári. Tiltakið er ætlað tær, ið fer undir víðari lestur uttanlands, og endamálið er at geva fólki høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum tey, soleiðis at hesi koma so væl frá byrjan sum gjørligt.

 

Aftur í ár verður eisini høvi at hitta umboð fyri Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark, og umboð fyri 'Leinkjan.fo'

 

Tiltakið verður mánakvøldið 4. august kl. 19.30 á deildini hjá Eik í Klaksvík og týskvøldið 5. august kl. 19.30 á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Ann Kristu í Dali frá MFS og Rudi Johannesen frá EIK greiða frá tiltakinum.