Pisakanningin er óbrúkilig

Tað er niðurstøðan hjá Rógva Thomsen, pedagogiskum ráðgeva hjá Sernámi, sum hevur nærlisið tilfarið í føroysku Pisa-kanningini

- Vit hava hoyrt landsstýrismannin og onnur tætt at Pisa-kanningini júka upp í saman um, at Pisa-kanningarúrslitini skulu takast við fyrivarni, men ongin sigur nakað um, at sjálvur mátin, kanningin er gjørd upp á, í allar hægsta grad eisini skulu takast við størsta fyrivarni. Tey fakligu fyrivarnini, ið eiga at verða tikin, eru so nógv, at kanningin í roynd og veru er fullkomiliga óbrúkilig.


So bersøgin er Rógvi Thomsen, cand.ped og námsfrøðiligur ráðgevi hjá Sernám, sum hevur nærlisið almannakunngjørda tilfarið í seinastu Pisa-kanningini, Pisa 2012.

 

Rógvi Thomsen er skelkaður. Ikki av, at føroysku næmingarnir klára seg so illa í kanningini, men av, at hon er almannakunngjørd uttan nakað boð upp á veruligar frágreiðingar.

- Bara tað, at føroyska fráðgreiðingin ikki fyllir meira enn 20 síður, meðan tann danska fyllir 164 síður, sigur nóg mikið um fakligu viðferðina, føroyska kanningarúrslitið hevur fingið frá tí myndugleikanum, ið hevur biðið um kanningina, staðfestir Rógvi Thomsen.

Rógvi Thomsen fýlist á, at Mentamálaráðið ikki alment setur navn á øll tey fakligu fyrivarni, ið eiga at takast viðvíkjandi Pisakanningini. Kanningin lýkur heldur ikki alment galdandi hagfrøðisligar reglur.

 

- Tí er kanningin óbrúkilig, og tað hon kanska kann verða brúkt til, verður føroyska kanningin ikki brúkt til, sigur Rógvi Thomsen.

 

Les stórt tema um PISA-úrslitið í Sosialinum í dag. Umframt samrøðu við Rógva Thomsen er eisini samrøða við landsstýrismannin í mentamálum, umframt at blaðið vitjar á tveimum skúlum.

 

Sosialurin kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.