Eyðun á Borg
Í ”Dagbók” hjá týska fuglafrøðinginum, Carl Julian Graba, sum ferðaðist í Føroyum í 1828, verður greitt frá kanning av dugnaskapi næminganna í ”Tórshavnar skúla”. Eyðun Winther týddi. Hetta er sera forvitnisligur lesnaður, ikki minst í hesum døgum. Eg loyvi mær at endurgeva:
”Tórshavnar Skúli er bara tvey ára gamal. Í skúlan ganga 130 børn, gentur og dreingir, og har er ein dugandi lærari.
Yvirhøvur skriva børnini skjótt og væl; fyrisagnir vóru fyri tað mesta rætt og vakurt skrivaðar; torfør orð sum t.d. Generaltoldkammer, Admiralitetskollegium vórðu skrivað uttan villur.
Í royndini í landalæru vistu tey betur at greiða frá landamarkunum, amtunum, áunum og býunum á kortunum, sum eingi nøvn høvdu, enn eg, og tey høvdu sera gott skil á danskari søgu.
Størstu undran elvdi rokningin mær, serstakliga høvuðrokningin. Dømi sum: hvat eru 23 ferðir 19, 91 ferðir 11, 18 upp í 234, vóru neyvan framborin, so var svarið har úr høvdinum.
Eg fekk nú loyvi at yvirhoyra hvønn, eg vildi, og í hvørjum, mær hóvaði. Eg valdi ein drong, sum fyri 1 1/2 ári síðani hevði verið undirvístur í landalæru um Slesvík og Holstein. Eg spurdi hann um hesi londini, tað, sum júst kom mær í hug, og eg fekk so rætt svør, sum eg sjálvur hevði ikki kunnað givið betri.
So læt eg henda dreingin yvirhoyra ein annan o.u. 8 ára gamlan, og somuleiðis gekk tað frálíka væl. Síðan gav eg tí fyrra nøkur dømi í høvuðrokning og fekk yvirhøvur svarið næstan í somu stund, sum eg endaði spurningin.
Eggjaður umsíðir til at geva einum dreingi eitt torført roknistykki, læt eg hann fáa hetta: 17 13/18 pund kosta 30 dálar 5 markar 13 11/12 skillingar, hvussu nógv kosta 20 skippund 13 19/12 lispund? Knappar 10 minuttir seinni kom hann við úrslitinum: 12276 dálar 2 markar 5 1433/1695 markar. Rokni honum tað eftir, hvør, ið vil. Kann ein einstakur skúlalærari koma so væl áleiðis við so nógvum børnum eftir tveimum árum við at nýta tað gamla undirvísingarlagið?”
E.S. Ikki dugir undirritaði at rokna honum tað eftir, og ikki veit eg, hvussu undirvísingarlagið hevur tá á døgum, men hasin skúlin hevði helst verið nógv fremstur í heiminum í okkara PISA- kanningartíðum! Eg fái meg illa at trúgva, at ”føroyski” skúlin skal vera so nógv versnaður síðani tá!?!
Við PISA-kvøðu