Italska miðvallarstjørnan Andrea Pirlo vil fegin hava Frank Lampard undir liðina á sær á Juventus-liðnum, tá sáttmálin millum Lampard og Chelsea rennur út í summar.
Fleiri feløg hava víst áhuga fyri at fáa fatur á tí 35 ára gamla Lampard, tá hann verður tøkur, og millum feløgini er tað italska Juventus. Andrea Pirlo, sum er tann størsta stjørnan á italska liðnum, vil fegin spæla saman við Lampard.
-Eg skilji ikki, at teir lata hann fara. Hann er ein av teimum bestu í heiminum, og vil hann koma til Juventus, skal eg taka ímóti honum við opnum ørmum, sigur Andrea Pirlo.
Hann ivast ikki í, at Frank Lampard kann fáa fýra ár í italskum toppfótbólti.










