Sambært amerikanskum miðlum, so skiftir italski úrmælingurin, Andrea Pirlo, til USA at spæla eftir summarsteðgin.
New York Daily News skrivar í dag, at Andrea Pirlo hevur gjørt eina avtalu við New York City FC, har hann verður liðfelagi við millum annað Frank Lampard og David Villa.
Tað er ikki greitt enn, hvussu langur sáttmálin hjá Andrea Pirlo verður, men hann kemur væntandi at forvinna eitt stað millum 30 og 40 milliónir krónur um árið fyri at spæla við amerikanska liðnum.