NÁPTAKARAR. 10 ungfólk gjørdu mánadagin semju við tónleika- og margmiðlabransjuna um, at tey skulu gjalda 240.000 krónur fyri piratkopi, sum tey høvdu tikið.
Tey 10 fólkini, sum búgva á fýra ymiskum næmingaheimum á Danmars Tekniske Universitet (DTU), skulu gjalda stóru upphæddina, eftir at tey umvegis innanhýsis net á næmingaheimunum kopieraðu tónleik og telduspøl ólóliga.
Við semjuni hava onnur fólk á næmingaheimunum á DTUs, um eisini hava gjørt sær dælt av ólóliga tónleikinum og telduspølunum, fingið frítt at fara.
Tey 10 fólkini, sum skulu gjalda fjórðingsmilliónina, høvdu ábyrgdina av teldunetinum á næmingaheimunum, haðani øll frítt kundu kopiera sær tónleik og telduspøl.
Ólóliga virksemið varð avdúkað í januar mánaði, tá løgreglan gjørdi húsarannsókn á næmingaheimunum.ið.
? Eg veit frá handilsmanninum, at fólk hava hvørt nikk og prikk við sær. Fara vit til Havnar so leggja vit pengar eftir okkum, men soleiðis er tað ikki her hjá okkum, sigur hon.
Inga vísir á, at tey, sum leiga hús út í Skúvoy, eru avbygdarfólk. Skúvoyingar sjálvir búgva í sínum húsum og tískil fer leigupeningurin av oynni.
? Pengarnir enda ikki í okkara lummum. Teir fara av bygdini, sum so mangt annað, sigur Inga, sum hevur lovað at royna at leiga hús út til ferðafólk í summar:
? Vit mugu útvega okkum onnur hús frá fólki, sum kanska búgva í Havn, sigur hon.
Gloymd í Havn
Inga heldur, at tað var óvanliga nógv ferðafólk í Skúvoy í fjør. Umframt tey, sum komu við Sildberanum, komu fleiri við skonnartini Norðlýsinum og við Jóan Petur Clementsen, sum skipar fyri bátsferðum heiman av Sandi.
Inga heldur, at skúvingar hava ikki tikið ferðavinnuna í nóg stórum álvara:
? Ferðavinnan hevur bert verið mett sum nøkur fólk, ið koma og fara. Eingin hevur verið at gjørt nakað við tað; til at samskipa tað, sigur Inga, sum fegnast um initiativið úr Sandoynni.
Ein orsøk til, at skúvoyingar einki hava gjørt við ferðavinnuna kann vera, at tað eru so nógv gomul fólk í oynni, heldur hon. Eisini eru skúvoyingar nógv upptiknir av arbeiði um summarið, sigur Inga, sum heldur, at ferðavinnan í høvuðsstaðnum hevur sýnt lítlan áhuga fyri Skúvoynni:
? Eg haldi, at tey gloyma okkum í Havn. Tey kundu ringt og spurt. Hetta er fyrstu ferð nakar hevur ringt og spurt um vit vilja leiga út, sigur hon og sipar til áheitanina frá Sandoyar Sýslu Ferðalagi.
Um skúvoyingar nakrantíð fara at vinna pengar burtur úr Sigmundi og Rannvá og fuglabjørgunum fer summarið kanska at geva eina ábending um.
Fyribils liggur ferðavinnan huld í mjørka og er ring at fáa eyga á.
Ferðaráðið:
Móttøkuapparatið
manglar
Fyri tveimum árum síðani vóru umboð fyri Ferðaráð Føroya í Skúvoynni fyri at kanna áhugan fyri ferðavinnuni. Eftir at hava hitt bygdarráðsformannin í Skúvoy kundi Ferðaráðið staðfesta, at eingin serligur áhugi var fyri ferðavinnuni millum skúvoyingar.
Síðani tá er nakað hent, sum bendir á, at ein ávísur áhugi er í Skúvoy kortini, staðfestir Ferðaráð Føroya.
Ferðavinnan í Sandoynni roynir at skipa ferðavinnuna í Skúvoynni. Skúvoyingar eru við í hesi ætlan og bygdarráðið stuðlar ferðavinnufelagnum í Sandoynni fíggjarliga.
Sambært Ferðaráðnum hevur Skúvoyggin ikki tað apparatið, sum skal til fyri at taka ímóti ferðandi í stórum tali ? t.d matstøð, alment wc og møguleikar fyri gisting og útferðum. Samstundis verður sagt, at fortreytir fyri veruligari ferðavinnu er, at fólkið á staðnum er áhugað í hesi vinnu.
Royndin hjá Sandoyar Sýslu Ferðalagi bendir á, at móttøkuapparatið í Skúvoy nú verður brynjað til at kunna taka ímóti veruligari ferðavinnu, sigur Ferðaráð Føroya.