Pique og Shakira sleppa ikki í brúðleyp hjá Messi

Komandi konan hjá Lionel Messi, Antonella Roccuzzo orkar ikki fyri Shakiru, og tí sleppa hon og Gerard Pique ikki í brúðleyp

Avrikini hjá Lionel Messi og Gerard Pique í FC Barcelona hava verið framúr, og báðir hava havt stóran týdning fyri liðið seinastu árini, og teir báðir hava samstarvað væl á vøllinum, men uttanfyri vøllin sampakkar ikki so væl.

 

Kenda sangkvinnan, Shakira er unnusta hjá Gerard Pique, og hon og Antonella Roccuzzo, sum skal giftast við Lionel Messi í Rosario í Argentina 24. juni orka ikki sýnið á hvørjum øðrum.

 

Avleiðingin er, at Gerard Pique og Shakira eru ikki boðin til risastóra brúðleypið hjá Lionel Messi og Antonellu Roccuzzo. Annars eru heili 700 fólk boðin í tað, sum verður nevnt ársins brúðleyp í Argentina.

 

Antonella Roccuzzo og Nuria Tumás, sum var unnustan hjá Gerard Pique til hann vrakaði hana og fekk sær Shakiru eru nevnliga bestu vinkonur. Antonella Roccuzzo orkar tí ikki fyri Shakiru, tí hon "stjól" unnustan hjá bestu vinkonuni. Shakira sleppur heldur ikki at sita saman við hinum spælarakonunum og spælaraunnustunum, tá FC Barcelona hevur heimadystir, men má sita aðrastaðni og stuðla Gerard Pique og liðfeløgunum. 

 

Tíbetur fyri mongu FC Barcelona fjeppararnir kring allan heimin tykist hetta ikki at ávirka samstarvið hjá Lionel Messi og Gerard Pique á vøllinum.