Pippi er grúviliga góð!

UMMÆLI: Leygarkvøldið 21. oktober sá eg Pippi sjónleikin í Sjónleikarhúsinum í Havn. Eg var við langommu og Barbaru, sum er triði-annar hjá mær. Hon er 11 ár, eins og eg sjálvur.

 


Eg fekk pengar frá langommu at keypa sunkist og ein pakka av bommum í gongini, áðrenn vit fóru inn. Frammanundan høvdu vit bestilt pláss til langommu. Har var eingin, sum eg kendi, men tað var flott at koma inn. Ein flottur pallur og fult av fólki. Tey sum tóku ímóti billettum, spældu eisini við. Í hvussu er vóru tey í somu klæðum, sum tey á pallinum. Tað var stuttligt.

Leikurin byrjaði við at Pippi kom dansandi inn, berandi hestin og snakkaði við Harra Nilsson ? tað er apan. Hesturin var ein toyhestur, sum var í tveimum; fyrst ein sum eingin var í og so ein við tveimum fólkum í. Síðani komu Tommy og Annika á pallin, og nú vóru tey í garðinum hjá Pippi.

Stuttligast var scenan tá ið Pippi var inni hjá Tommy og Anniku og gjørdi nógv stuttlig ting. Hon var allatíðina stuttlig og eisini allar stuttligast. Hon hevði jú eisini høvuðsleiklutin. Men politistarnir vóru eisini stuttligir. Pippi lokkaði teir upp á altanuna í einum stiga, og so tók hon stigan frá teimum, tað var stuttligt.

Men tað larmaði nokk so nógv; Pippi hevði mikrofon uppi á oyranum, so onkutíð rópti hon hart og onkuntíð larmaði tað illa. Millum annað tá hon klemmaði pápan. Tá kom mikrofonin ímóti. Pápa Pippi sá man ikki fyrr enn í endanum. Hann var sjórænari og kom aftur av skipinum. Mammu Pippi sá man ongantíð. Hon var ein eingil, søgdu tey í leikinum.

Tað vóru tríggir góðir og stuttligir sangir í leikinum. Ein í byrjanini, ein í skúlanum og so ein í endanum. Pippi sang sjálv sangirnar, og tað dugdi hon væl. Tann fyrsta kendi eg úr Pippi-filmunum.

Málið var lætt at skilja. Men Pippi býtti oftani um uppá orðini og segði tey øvugt. Tað var heilt stuttligt. Pippi var í klæðunum, sum hon altið er í í bókunum, eisini hini. Onkrir sjórænarar vóru í føroyskum buksum og slitnum hosum. Tað riggaði væl.

Á pallinum vóru vit í húsinum hjá Pippi, og har vóru trø og kanónir. Tað var ein blanding av húsunum hjá Pippi og so einum sjórænaraskipi við kanónum. Og so eisini einum fínum húsum, har tey drukku the. Einaferðina skiftu húsini hjá Pippi til ein skúla. Pippi dansaði, tá hon var í skúla. Fyrst bleiv lærarinnan óð, so dansaði hon við Pippi, men so bleiv hon óð aftur.

Eina gentu kendi eg, sum spældi við. Eg havi gingið til drama saman við henni. Tað var í einum dramaverkstaði hjá Hjørdis, beint við svimjihylin. Eg havi onga Pippi-bók lisið, men havi sæð nógvar filmar. Bøkurnar eru meiri fyri gentur, haldi eg. Men Pippi er sterk og stuttlig, tað dámar mær best við henni.

Tað er spennandi at ganga til sjónleik, men leikirnir skulu helst verða stuttligir. Men eisini handla um okkurt. Ikki bara vera stuttligir. Leikhúsjól havi eg spælt við í, tá var eg ein lítil nissa, so tann leikin sá eg fleiri ferðir. Eisini havi eg sæð hann á video, sum eg fekk frá Sjónleikarhúsinum. Tá tað eru videofilmar, dámar mær eisini best, at teir eru stuttligir.

Karakterur fyri leikin um Pippi: millum grúviliga góður og góður.