- Pipar & Salt náddi ikki at melda seg til GBOB. Í staðin fara vit at satsa uppá amerikanska marknaðin. Vit ætla okkum at koma inn á Billboard top 100 við hesum lagnum.
Hetta skriva Pipar og Salt á heimasíðuni veyhe.com/pipar. Ja, Føroya stuttligasta duett hevur sum vant gjørt eitt lag við vanliga skeiva smílinum, ið litar alt, sum Pipar og Salt ger. Talan er um eitt herligt endurbland av lagnum Hvat er lívið ikki herligt at liva.
Um hetta er nokk til at røkka amerikanska marknaðin, man vera ivasamt. Um lagið fer at hjálpa Pipar og Salt at halda sína støðu sum hitsmiðir í Føroyum, er torført at meta um. Men kenna vit 15 tær bestu rætt, sleppa vit komandi viku at taka støðu til júst henda spurning. Pipar og Salt er frammanundan fleirfaldur oddafiskur á 15 teimum bestu.