»Pipar & Salt« vunnu á Professarunum

Við sangi, sjarmu og sjónleiki vunnu teir lystinlærdu "Pipar & Salt" á professarun-um Paula & Natta

Dávur Winther
???
Hóast Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe høvdu lisið uppá og dugdu alla skipalistan uttanat, so vistu teir ikki, at Medicus merkir lækni á latíni, og at hetta eisini var navnið á einum báti, sum í longri tíð var heimahoyrandi í Klaksvík - Hetta stóð nevnliga ikki í skipalistanum.
Tó hetta og mikið meira vistu rektarin & inspektørurin - alias Pauli Nielsen og Niels Nattistad, sum seinasta leygarkvøld dystaðust í finaluna á Quistinum, sum Útvarp Føroya og Studio Pegasus, við Gunnari Nolsøe sum verti og Steintóri Rasmussen sum spindoktara, skipaðu fyri í Atlantis.
Tað var ikki lætt hjá dómaranum Trónda Djur-huus at standa ímóti teirri vælhýrdu lurtarafjøldini, sum við dyngjandi lógvabrestum søgdu sína hugsan um, hvagar stigini skuldu fara, eftir teir torføru spurningarnar til tey vælvitandi liðini.
Endin varð, at "Pipar & Salt" vunnu við einum stigi 20 - 19 á Paula Nielsen og Niels Nattistad. Hetta gav teimum eina ókeypis ferð á ferðaleiðunum hjá Atlantic Airways.
Ein stuttlig, áhugaverd og upplýsandi sending, sum endaði við einum hugnaligum kvøldi í fullsetta At-lantis í Klaksvík síðsta leygarkvøld.