Piotr Krakowski skal venja ÍF

Fótbóltur: Saman við Piotr fer eisini Marek Vierzbicki til Fuglafjarðar at spæla næsta kappingarár

Næsta kappingarár skal Piotr Krakowski venja ÍF.

Partarnir hava í eina tíð samráðst um samstarvið, og nú er avtalan komin uppá pláss.

Leygardagin var Piotr í Fuglafirði og heilsaði uppá spælararnar, sum hann skal hava undir hond næsta ár, og har greiddi hann frá sínum ætlanum fyri 1998.

ÍF fer undir venjingina fyrst í februar og fyrstu tíðina er ætlanin at venja seks ferðir um vikuna.

Saman við Piotr fer póllendski spælarin Marek Vierzbicki eisini til Fuglafjarðar at spæla næsta ár, og tað er uppá tal, at ein triðji póllendingur kemur til ÍF, tá farið verður undir venjingina í februar.

Petur Simonsen hevur vant ÍF seinastu tvey árini, men nú er greitt, at samstarvið millum ÍF og hann ikki heldur fram, og vit hava skilt, at Petur er uppá tal sum venjari hjá B68.


Ikki bestu treytir

Piotr Krakowski kom til Føroya í 1989, tá hann í fyrsta ári sínum sum spælari her á landi, vann FM-heitið saman við B71. Tá var hann ikki venjari, og tað var hann heldur ikki árið eftir, tá B71 endaði í 2. deild.

Men síðani 1991 hevur Piotr á hvørjum ári verið venjari. Frá 1991 til 1996 var hann venjari hjá B71, men í ár hevur hann tikið sær av liðnum hjá FS Vágum.

Piotr hevur ikki havt bestu treytirnar at arbeiða undir í Vágum, tí spælararnir tóku ikki væl undir við venjingini at byrja við, og eitt skifti valdaði kreppa í FS Vágum.

Men eftir summarsteðgin hevur gingist munandi betur hjá vágamonnum, men hóast teir arbeiddu seg frá ongum stigi og upp um niðurflytingarstrikuna, miseydnaðist bjargingarroyndin, tá FS Vágar tapti uppflytingardystin móti TB.

3-2 tapið fyri TB hevði við sær, at FS Vágar skal spæla í 2. deild næsta ár. Samansetta vágaliðið hevur verið í bestu deildini seinastu trý kappingarárini, men nú skulu teir aftur venja seg til lívð í 2. deild.


Avgerðin fall áðrenn avgerðina

Vágamenn hava havt samráðingar við Piotr Krakowski um at halda fram har vesturi, men áðrenn seinasta dystin, sum var avgerandi fyri um FS Vágar spælir í 1. ella 2. deild næsta ár, fall avgerðin um, at Piotr venur ÍF næsta ár.

Fuglfirðingar hava verið eitt av feløgunum, sum hava ferðast dúgliga mllum 1. og 2. deild, men nú tykist liðið hava stabiliserað seg í bestu deildini, og hóast tað gekk illa eftir summarsteðgin, var felagið ongantíð í veruligum vanda fyri at flyta niður.

Í februar mánaði verður byrjað av nýggjum, og í næsta kappingári stendur Piotr Krakowski á odda fyri liðnum, og Marek Vierzbicki verður ein av monnunum á vøllinum.