Pinsar við nýggjum húsi

Pinsasamkoman, Immanuel, hevur bygt nýggjan bygning. – Hølini byrjaðu at gerast ov lítil, og tí valdu vit at keypa bygningin, sum longu var í ger, sigur David Dam Jacobsen, samkomuleiðari

Beint omanfyri Keypsamtøkuna í Hoyvík hava tey flestu helst lagt merki til bygningin hjá Immanuel, har tey hava hildið til í rímiliga langa tíð. Nú hevur samkoman valt at keypa nýggja bygning, ið liggur skamt frá gamla bygninginum.

Nýggi bygningurin er umleið 1000 fermetrar. Tað vil siga 500 fermetrar í hvørjari hædd, og ætlanin er fyrst at taka ovara partin í nýtslu.

- Tað byrjaði at gerast ov trongt hjá okkum. Er nakað annað enn ein vanligur sunnudagur, so byrjar at gerast ov trongt hjá okkum. Eisini hava vit hildið, at ljóðviðurskiftini í hølunum ikki hava verið nøktandi, greiðir samkomuleiðarin frá.


Ætla at vaksa

Sambært Davidi Dam Jacobsen eru eini hundrað fólk knýtt at samkomuni, og ætlanin er at vaksa.

- Vit hava eina visjón um at vaksa í framtíðini, og tað er torført at vaksa um onki pláss er at vaksa inn í. Tað hevur verið ein av orsøkunum, ið eisini hevur verið við til avgerðina hjá okkum, sigur samkomuleiðarin.


Fíggja sjálvi

Tað kostar ikki onki at byggja eini samkomuhús, men tað er ikki nakað, ið nervar tey í Immanuel.

- Vit hava tikið eitt lán, sum tey í samkomuni skulu gjalda yvir tey næstur 20-30 árini. Vit hava enn tann gamla bygningin, sum vit helst ikki fara at selja enn, hóast tað í framtíðini er ætlanin at selja. Tað er bara ikki marknaður fyri tí í dag, metir David Dam Jacobsen. Hann leggur afturat, at bygningurin, tey fara inn í skjótt, ikki upprunaliga var ætlaður sum samkomuhús.

- Vit og tann, sum bygdi bygningin gjørdu eina avtalu um, at vit skuldu keypa bygningin frá honum, greiðir David Dam Jacobsen, ið ikki vil koma inn á orsøkina til, hví hin valdi at selja.


Byrja á loftinum

Tá húsið verður liðugt, er ætlanin, at hava møtisalin niðaru hæddini, men at byrja við verður salurin í ovaru hæddini.

- Vit hava valt at inrætta ovaru hæddina fyrst, men ætlanin er at hava salin í niðaru hæddini seinni. Tá alt verður klárt skulu vit so nýta ovaru hæddina til hugna, spøl, festir og so framvegis, sigur David Dam Jacobsen, sum er fegin um loysnina tey hava valt.