Pinochet hevur mist minnið

Ein av læknunum, sum hava kannað fyrrverandi kilska einaræðisharran, vil vera við, at Pinochet minnist einki

Fyrrverandi einaræðisharrin í Kili, Augusto Pinochet, minnist so illa, at hann er ikki førur fyri at svara fyri seg í einum rættarmáli.

Tað sigur læknin Sergio Ferrer. Saman við tveimum øðrum læknum hevur hann kannað heilsuna hjá tí 88 ára gamla Pinochet, og niðurstøða hansara er, at tann gamli forsetin er viknaður nógv í seinastuni.

Hinir báðir læknarnir hava ikki kunngjørt enn, hvat teir halda um heilsustøðuna hjá Pinochet. Teir hava boðað frá, at teir fara at kunngera síni úrslit fríggjadagin.

Tað var dómarin Juan Guzman, sum bað teir tríggjar læknarnar kanna Pinochet. Dómarin vil hava greiði á, um Pinochet kann koma fyri rættin, so hann kann ákærast fyri brotsverkini, sum einaræði hansara framdi í árunum frá 1973 til 1990.