Løgreglan í Stockholm leitar nú eftir foreldrunum hjá einum pinkubarni, sum bleiv funnið í einari mosku í Stockholm í gjár.
Mahmoud Aldebe úr muslimska samfelagnum sigur við Aftonbladet, at á bønarfundinum í gjár kom ein ung kvinna inn í moskuna á Medborgarplatsen. Hon hevði eitt lítið barn við sær. Lítla løtu seinni segði kvinnan, at hon hevði gloymt eitt ella annað uttanfyri, og at hon mátti fara eftir tí. Men hon kom ikki aftur. Undir liðini á barninum funnu hini ein pappírslepa frá mammuni, sum skrivaði, at hon var boydd at fara frá barninum.
Løgreglan í Stockholm sigur, at tann lítla smágentan er bara nakrar fáar dagar gomul, men at hon hevur tað gott. Sambært Mahmoud Aldebe hava fleiri húski longu boðið sær til at taka sær av gentuni. Ímeðan leitar løgreglan eftir foreldrum hennara.