Pinera forseti í Kili

Kili hevur fingið nýggjan forseta. Á valinum í gjár vann tann høgrasinnaði ríkmaðurin Sebastian Pinera á sosialdemokratinum Eduardo Frei. Sambært valnevndini fekk Sebastian Pinera 52 prosent av atkvøðunum og Eduardo Frei 48 prosent.

Pinera stillaði eisini upp á valinum fyri fýra árum síðani, men ta ferðina mátti hann lúta fyri sosialistinum Michelle Bachelet.

Undir valstríðnum hevur Pinera millum annað sxagt, at hann fer at leggja dent á at bøta um trygdina í landinum, og at hann fer at brúka sína støðu sum vinnulívsmaður til at hjálpa vinnuni burtur úr kreppuni, sum hon er í.