30 skelkað ferðafólk hava seinnapartin sitið á flogvøllinum við Egilsstaðir. Har hava tey piprast og bíðað eftir veðurlíkindum í Vágum Tvær ferðir kendu ferðafólkini seg sum í einari turkitrumlu, tá nógvi vindurin spældi bæði flogskipara og ferðafólkum eitt puss.
»Nú havi eg fingið nokk fyri eina løtu«.
Soleiðis segði flogskiparin hjá Atlantsflogi, tá hann stutt eftir middag hevði sett flogfar sítt á vøllin á Egilsstøðum í Íslandi.
Í kabinuni sótu umleið 30 ferðafólk, og meginparturin mundi vera rættiliga skelkaður av sera baldruta túrinum. Í øllum førum stóð nógv á fleiri, tá tey fyrst gjørdu eina roynd at lenda í nógvum vindi í Vágum og síðani gjørdu eina líknandi roynd á Egilsstøðum. Seinna royndin eydnaðist.
Í Vágum varð flogið inn yvir Miðvág og yvir Leitisvatni, men har var vónleyst at seta flogfarið. Upplagda orsøkin var tann nógvi vindurin.
Merkiliga róliga røddin á flogskiparanum segði, at nú flúgva vit til Egilsstaðir eftir meira brennievni. Flúgvandi inn móti vøllinum møtti sami vindur flogfarinum, og enn eina ferð kendu fólk seg sum í einari ovurstórari turkitrumlu. Róp og skríggj. Men so endiliga bar til at fáa fast undir føturnar.
Seinnapartin sótu líkbleiku ferðafólkini og bíðaðu eftir floglíkindum í Vágum, hóast fleiri teirra svóru, at nú høvdu tey fingið nokk fyri fleiri ár.
Millum tey ferðandi var eisini Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum. Hann tóktist taka støðuna púra róliga.
»Her gerst ikki annað enn at taka tað róliga«, segði hann.
(Frásøgnin er frá ferðafólki umborð á flogfari hjá Atlantsflog, sum royndi at lenda í Vágum fyrrapartin, men helt fram móti Egilstøðum)