1. oktober legði nevndin fyri Vága floghavn fram síni tilmæli í sambandi við útbygging av vøllinum í Vágum.
Mælt varð til at fara longur enn tað, sum hevði ligið í kortunum. Vøllurin skuldi ikki vera 1600, men 1800 metrar, umframt at munandi útbyggingar skuldu gerast av terminalinum. Tosað varð um »tørv og krøv 20?30 ár fram«, og prísurin var væl hægri enn tað, sum tosað hevði verið um.
Og tað skuldi berast skjótt at. So skjótt, at arbeiðið skuldi bjóðast út longu hálvan desember.
Flogvøllurin er okkara týdningarmesta samferðsluíløga, og vit vóru fleiri, sum ikki kendu okkum ílatin til at trýsta á hvørki tann reyða ella tann grøna knøttin. Tí vildu vit hava meiri vitan.
Kunnandi fundur
Ein tann størsta vitanin um viðurskiftini í Vágum liggur sjálvsagt í royndunum hjá teimum pilotum, sum hava lent fleiri túsund ferðir á vøllinum.
Tí tók m.a. undirritaði stig til at skipa fyri einum fundi, har pilotar greiddu frá, hvat teir mettu um møguleikar og avmarkingar í Vágum.
Pilotarnir sum komu - einir 10 tilsamans - løgdu stóran dent á, at teir einans tosaðu sum privatpersónar, og at teir ikki á nakran hátt ynsktu at enda í nøkrum politiskum stríði. Teir vildu bara hjálpa okkum við at varpa ljós á málið. Alt var reint tekniskt. Teir greiddu ógvuliga sakliga frá viðurskiftunum í Vágum, soleiðis sum tey síggja út úr cockpittinum. Á sama hátt greiddi flogleiðarin væl frá teirri ætlaðu úbyggingini, somuleiðis sæð úr einum flogtekniskum sjónarhorni.
Tað var als einki loyniligt við hesum fundi, sum fór fram í Løgtinginum. Sum eg skilti visti stjórin í Atlantsflogi eisini um fundin. Tað er heldur einki óvanligt við slíkum fundum. Teir verða hildnir alla tíðina. So seint sum í gjár var ein líknandi fundur um pensiónsmálið.
Eisini eftir henda fundin hava politikarar tosað við flogskiparar. Eins og ein stórur partur av tinginum var til almenna framløgu á Hotel Hafnia um útbyggingina í Vágum.
Tað er sjálvsagt, at politikarar vilja hava vitan. Avgerðin, sum skal takast, er jú sera týðandi.
Pilotar gjørdir suspektir
Men tíverri hendi júst tað, sum ikki mátti henda: Pilotarnir vórðu lagdir undir illgruna fyri at renna politisk ørindi!
Eitt nú dróg Tórbjørn Jacobsen, tann 9. november, pilotarnar inn í ta politisku sentrifuguna við hesum orðum:
»Í eina tíð hava loyniligir skýmaskotsfundir verið hildnir í Havn um landsins flogvallarviðurskifti. Útvaldir flogskiparar, í starvi hjá nationala flogfelagnum, aðrar staðir høvdu teir helst verið róptir "renegatar" og havt eina óvissa framtíðarlagnu, og serliga útpeikaðir politikarar hava dúgliga hitst, helst fyri at skáka ætlaðu útbyggingina í Vágum.«
Tórbjørn tosaði eisini um at »...ráðleggingar og spunasmíð fara fram í tøttum cellum, millum útvaldar pilotar og politikarar...«
Hetta var altso heilsanin, sum Tórbjørn Jacobsen hevði at bera hesum monnum, sum høvdu dittað sær at nýtt sítt talufrælsi. Siðiliga. Sakliga. Og ábyrgdarfult.
Dialogur steðgaður
Slaturin fekk tær ætlaðu avleiðingarnar: Pilotarnir fingu bræv frá leiðsluni í Atlantsflogi, sum legði ávís bond á teirra rætt at tosa um flogvallarmálið.
Tá hugsað verður um, hvat hevur verið sagt um pilotarnar, er als einki løgið í, at Magni Arge reageraði, sum hann gjørdi. Tí sjálvandi skulu pilotarnir ikki taka lut í suspektum virksemi.
Men tað hava pilotarnir heldur ikki gjørt. Ikki á nakran hátt. Teir hava eina og aleina greitt frá nøkrum viðurskiftum, sum heitt varð á teir um at greiða frá.
Magni skuldi verið við
Sum ein av stigtakarunum til fundin við pilotarnar eri eg sera harmur um tað, sum er hent í málinum. Teir fingu eitt lyfti - og tað er brotið.
Soleiðis kann politikkur tíverri vera...
Eg trúgvi kortini ikki at nakar av okkum, sum fingu dialogin við pilotarnar í lag, angrar tað. Tí tær avgerðir, sum skulu takast í flogvallarmálinum, mugu og skulu byggja á haldgóða vitan.
Og soleiðis er við øllum avgerðum. Tá Magni Arge tók avgerðina um at senda pilotunum tað nógv umrødda brævið, hevði hann ikki neyðugu vitanina. Hann reageraði upp á lygisøgurnar um fundin í tinghúsinum og aðrar fundir. Hann kundi ikki annað. Hann hevði jú ikki verið á nøkrum fundi.
Hevði hann verið við, hevði hann einki bræv sent!