2014 royndist væl hjá Suðuroyar Sparikassa, eins og hjá hinum føroysku fíggjarstovnunum.
Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa gjørdist tað besta síðani 2007, og góða úrslitið hevur gjørt tað gjørligt hjá sparikassanum at rinda hybridlánið aftur til ríkisstjørnina, tillagað útreiðslurnar, minkað miðal fundingskostnaðin og aftur fáa tiltakspening.
Kappingin um føroysku bankakundarnar er hørð, og Suðuroyar Sparikassi fegnast tí um ein vøkstur í útlánunum á fýra prosent, úr 495 milliónum krónum til 514 milliónir krónur. Innlánini eru eisini voksin við fýra prosentum.
Ársúrlit sparikassans er 1,86 milliónir krónur, í mun til 1,57 milliónur krónur í 2013.
- Undirskotið ígjøgnum fíggjarkreppuna er við hesum javna við einum samlaðum yvirskoti upp á 1,7 milliónir krónur, skrivar sparikassin í ársfrágreiðing síni.
Suðuroyar Sparikassi ásannar, at kappingin um kundarnar er hørð og harða rentustríðið sæst aftur á roknskapinum. Nettorenturnar hjá Suðuroyar Sparikassa er tí falnar við 7 prosentum frá 2013 til 2014.
Suðuroyar Sparikassi sigur, at góða úrslitið er fyrst og fremst komið av góðum íløgum í virðisbrøv, umframt sparingum. Vinningurin av virðisbrøvum er voksin við yvir einari millión síðani 2013, meðan útreiðslurnar annars eru lækkaðar við 428.000 krónum.
Suðuroyar Sparikassi leggur eisini dent á, at bankin væl og virðiliga lýkur krøvini fyri solvens og tøkan pening. Solvensurin er 14,6 prosent, sum er 6,6 prosent omanfyri kravið á 8 prosent. Tøki peningurin var 187 prosent sammet við lógarkrøvini.










