Piddamálið: Leyg fyri unnustuni

Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, leyg illa fyri unnustu síni, sum var fyrrverandi kona Pidda.

Tað er komið fram í rættinum í morgun.

Sakarmálið ímóti manninum er nú á triðja degi og í morgum hava tey hildið fram at avhoyra tann ákærda.

Í morgun hava er maðurin í stóran mun avhoyrdur um sms samskiftið ímillum hann og unnustuna, serliga í sambandi við, at tey ætlaðu at flyta saman.

Eitt, tey kannaðu, var møguleikin fyri at keypa eini hús í Runavík.

Í hesum sambandi viðgongur hann, at hann hevur logið illa fyri unnustuni.

Eitt, hann hevði logið um, var, at hann hevði løgfrøðing, sum hevði samskifti við løgfrøðingin hjá henni um húsakeyp og annað.

Maðurin viðgekk eisini, at hann, í einum føri, hevði logið fyri løgregluni.

Annars mintist hann ikki væl, men sms-boðini vórðu løgd fram í rættinum, so har slapst ikki undan.

Tey høvdu eisini verið í Havn og bílagt innbúgv fyri 40.000 krónur og í einum øðrum handli høvdu tey bílagt vørur fyri eina hampiliga stóra upphædd.

Innbúgvið skuldi leverast til húsini, tey høvdu í hyggju at keypa í Runavík, men sum tey ikki keyptu.

Rættarmálið heldur fram í dag.

Ákærin vónar at vera liðugur við sínar avhoyringar á miðdegi og aftan á døgverða verður tað so verjin hjá ákærda, sum fær høvi at spyrja hann.