Tá ið ákærdi varð avhoyrdur í seinastu viku, segði hann, at hann hevði logið fleiri ferðir fyri unnustuni.
Í dag kom fram í rættinum, at hann hevur sagt ósatt fyri øðrum fólkum eisini.
Eitt nú var ein landsmaður hansara í rættinum í dag, og hann greiddi frá, at tann ákærdi hevði sagt ósatt fyri honum.
Tá ið hann so fortaldi, at hann skuldi vera pápi, trúði hann tí ikki. Ikki fyrr enn slaturin fór at ganga á Bakkafrost.
Tann ákærdi hevur sagt nógvastaðni, at Bakkafrost skuldi hjálpa honum fíggjarliga við at keypa hús, og at hann skuldi fáa ein køk frá stjóranum á Bakkafrost.
Men Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, vísti hesum aftur. Bakkafrost hevði ongan slíkan bústaðarpolitiik, og hann hevði ongan køk at geva burtur.