Enn verður leitað eftir Dánjal Petur Hansen úr Runavík, sum hevur verið horvin síðani 5. november. Sløkkiliðið leitar framvegis inni á Skálafjørðinum og hava útvegað sær ein bát við serligum skannara.
Sløkkiliðsleiðarin sigur, at teir ongan farveg hava sæð eftir 42 ára gamla Pidda, men hann dugir hinvegin ikki at siga, um og hvat løgreglan kann hava funnið.
Portalurin veit frá keldum á Nesi, at stórur aktivitetur er við húsini hjá ávísum manni, har kriminalløgregla kannar bæði uttan og innan.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, hevur ikki verið at hitt í allan morgun, og boðini eru, at hann er tann einasti, ið kann úttala seg um málið.
Stóri aktiviteturin á kriminaldeildini, og boðini um, at bert Bergleif Brimvík kann úttala seg, benda á, at málið um Pidda kann nærkast einari uppkláring.
Tað er greitt, at løgreglan hevur havt kriminalteknikarar at kanna húsini hjá Pidda í Runavík, og at hesir eru komnir úr Danmark.
Boðað er frá, at grundlógaravhoyr verður klokkan 17 í dag, men einki nærri verður sagt um, hvør skal fyri rættin ella hví.