Argjamenn hava av álvara fingið luft undir veingirnar. Í dag vunnu teir 2-1 á útivølli ímóti B71. Hetta úrslitið ber við sær, at AB nú er næstovast við 26 stigum, og at B71 er á triðja plássi við 24 stigum. Skála er fremst við 31 stigum og greiður favorittur at vinna uppflyting.
Burtursæð frá óvæntaða 3-1 heimatapinum í útsetta dystinum ímóti EB/Streymi hevur tað leingi gingið sum eftir ánni hjá Øssuri Hansen og hansara monnum.
Í dag var heimavøllurin hjá B71 í Hoyvík, tí graslíkið inni í Dal á Sandi í hesum døgum verður skift út. Dysturin skuldi vera í gjár, men tá varð hann útsettur, tí tað var so tjúkt í mjørka á vøllinum í Hoyvík. Í dag var um reppið, at dysturin ikki var spældur. Líkindini vóru heilt vánalig við nógvum regni og fitt av vindi.
Tvey tey fyrstu málini vórðu skorað innanfyri teir fyrstu tíggju minuttirnar. Luca Ørsted Thorstensen legði AB á odda. Hetta var fyrsta málið hjá danska spælaranum í ár. Leonard Molombe Londe javnaði til 1-1. Hetta var fjórða málið hjá 22 ára gamla amerikanska álopsspælaranum í B71.
Sigursmálið skoraði Rógvi Skála eitt korter undan leikloki. Uppleggið átti Rói Heðinsson Olsen. Hetta var annað málið hjá Rógva Skála í ár. 17. apríl hittust AB og B71 á Argjum, og tá vann AB 4-0.
Fríggjadagin fer AB at spæla á útivølli ímóti B36, og fríggjadagin fær B71 vitjan av KÍ.