Pidda-málið er byrjað í Føroya Rætti

Í morgun klokkan 9.15 byrjaði rættarmálið og nevningatingið í Føroya Rætti móti einum 33 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, vanliga róptur Piddi, og fyri at hava beint líkið av honum burtur.

Í hesum døgum er eitt ár liðið, síðan Piddi hvarv, og tað var hin 8. november í fjør, at hann varð eftirlýstur. Fáar dagar eftir eftirlýsingina varð ein maður handtikin í málinum, og hesin hevur nú sitið varðhaldsfongslaður í eitt ár.

Líkið av Dánjal Peturi Hansen er ongantíð funnið, tó at leitað hevur verið víða um, men maðurin, sum nú situr á ákærubeinkinum, er ákærdur fyri manndráp eftir grein 237 í revsilógini.

Portalurin hevur fólk í rættarhølunum, og vit fara at venda aftur til málið gjøgnum dagin.