3. partur
Beinan vegin, tá eg hevði lisið um tað kenda fjallið í tí Cantabrisku fjallarøðini í Norðurspaniu við Biskajavíkina, sum vit kenna, segði eg við meg sjálvan, at hattar fjallið mátti eg koma mær uppá. Hesi vøkru fjøll, navngóvu heimvendandi spanskir sjómenn: “Teir Evropeisku tindar”, tí hettar var teirra fyrsta sjón av heimlandinum. Hendan fjallarøð er nú størsta náttúrupark í Evropa, sum fevnir yvir landspartarnar, Cantabrien og Austurien, hagar teknirøðin Asterix stavar frá og Castilla y León. Her sær ein eitt ógvuliga umskiftiligt landslag við høgum fjøllum gjáum og djúpum grønum dølum við fruktplantagum og mjólkineytum. Tann víðagitni osturin, cabrales, verður gjørdur her og verður koyrdur inn í fjallaholur at búnast (ca 6 mánaðir).
Leiðin gekk móti Oviedo í byrjanini til eg sá eitt skelti, sum vísti leiðina til Picus De Evropa, og tað má eg siga, - at tað var eitt satt njótilsi at koyra hendan teinin móti bjørgunum og gjøgnum hesar sera hugnaligu fjallabygdir og býir, so at eg kundi hugsa mær at steðga bæði her og har. Men nú var málið eittans: “Picos De Europa”. Vegirnir vóru góðir, men smalir, so tað ráddi um at halda seg røttu megin strikuna. Koyrdi móti býi, sum at Fuente Dé, har í svevibanin til Picos De Europa var. Kom gjøgnum ein størri landsbý, sum kallast Potes. Vegirnir vóru ikki allastaðni egnaðir til mín høga bil. Á einum strekki har eg kom framvið einum bergi, sum helti útyvir vegin, bar takið við bergið. Bilurin skamfílaðist eitt sindur, men tað tók eg nú ikki so tungt. Umsíðir kom eg til Fuente Dé og parkeraði bilin. Nøkur fólk stóðu við kikarum og skimaðust upp á tað høga fjallið, og eg sá, at svevibanin koyrdi oman og niðan. Skundaði mær at rigga til og fór oman hagar svevibanin var, men hvat, har var sperrað bæði her og har. Nógvir málarar vóru í ferð við at fríðka um nú, áðrenn ferðafókini komu . Spurdi so ein um svevibanan, men fekk at vita, at hann í løtuni var stongdur og fór ikki í drift fyrr enn fyrst í apríl mánaða. Og har stóð eg? Var komin allan hendan vegin við mínum tunga lastbili, - og tonkti við mær, at fara heim aftur uttan at hava verið uppiá fjallinum. Nei, hugsaði eg, sum Nólsoyingar plaga at siga “at dett fór eg ikki” Spurdi so, um tað var møguligt at ganga niðan á fjallið, tí eg hevði sæð eina gøtu, og jú - hattar var gøtan upp. Eg brynjaði meg til at fara, fekk mær ein lítlan ryggsekk, legði heit klæðir í, eitt flytes, eitt colablikk og eina lummalykt, skuldi tað farið at myrkja, tí eg var seinur á veg, klokkan var akkurát blivin fýra. Byrjaði so at ganga eftir gøtuni, sum sást væl, eitt sindur ósløtt og var dekka við nógvum blágráðum smágróti. Gekk framvið einum skelti, sum segði, at tað tók 2½ tíma at ganga uppá fjallið, og so eg setti ferðina eitt sindur upp. Eg føldi meg væl og hevði gott mót. Sá at gøtan ikki fór beina leið uppá Picus De Europa, men fór ein langan umveg, sum gjørdi, at tað var lagaligari at koma upp. Hóast svevibanin ikki flutti ferðafólk, so royndarkoyrdu teir hann, og vognarnir fóru oman og niðan alla tíðina So eg lúrdi uppá og vónaði, at eg kanska fór at sleppa oman aftur við liftini, men hetta vóru ynskidreymar. Meðan eg gekk, fór eg at hugsa, um tað mundi verða nakrar bjarnir her, tí eg hevði lisið, at á hesum økinum vóru nokk tær einastu eftirlivandi bjarnirnar í Spaniu. Vónaði tó, at tær ikki fóru at koma eftir mær fyrst. Tað leið væl eftir og eg hevði longu flutt meg væl uppeftir. Frammanfyri mær flýggjaði eitt djór, sum líktist einum hjørti. Havi seinni fingið at vita tað eitur: Chamois. Hetta slagið er væl skikkað at klatra á grótutum og brøttum lendi. Chamois liva í smáum flokkum og eta gras og blómur. Komin hálva leið upp setti eg meg at eta og neyt útsýnið, sera vakurt og hugtakandi. Merkti nú ein kaldan vind, so eg skifti T-shirtuna út við eina føroyska ullinta undirtroyggju, sum Anna vermóðir so umhugsin hevði stungið mær í sekkin, og sum Òlavur sáli hevði átt. Helt so leiðina víðari upp. Her vaks nógvur lingur og tað skamfílaði mær leggirnar, tí eg var í stuttum buksum. Men hettar skuldi ikki hindra mær, so eg helt á við góðum treysti. Bleiv eitt sindur skakkur, tá eg sá tvær ørnir lætta sær á nakað uppi yvir mær, og hugsaði, at hettar hevði eg ikki roynt fyrr, - eg, sum bert var vanur við at hava eina ørn undir liðuni á mær (ha ha). Hevði eina grein hjá mær, skuldu tær komið ov nær. Eftir drúgva gongu kom eg upp hagar, svevibanin endaði, sum tó ikki er heilt á toppinum. Tá var klokkan 6, og her var lukket og slukket. Hevði fyri lítlari løtu síðani sæð tann síðsta vognin fara oman, so dreymurin um at sleppa oman aftur av fjallinum við svevibananum, hann brast - bert vindurin hoyrdist her, einki lív – eg var einsamallur á toppinum. Ørnirnar flugu nú undir mær, tær nutu at sveima framvið fjallasíðuni, har tær gjørdu sær dælt av tí uppgangandi vindinum,- ein sera vøkur sjón at síggja arnarinnar veingjaspenni. Knappliga kom ein maður til sjóndar og kom yvir har, eg stóð. Vit heilsaðust, og eg spurdi hann, hvat hann gjørdi her. Hann segði, at hann var fjallaklintrari, og skuldi gista her til mánadagin. Hann segði, at ein vinur hansara var á einum øðrum fjalli. Hann hugdi undrandi at mær, eg sá á honum, at hann helt meg verða skítbíttan. Hann var í røttum fjallaklintraraklæðum, og alt sat, sum tað skuldi. Eg var í stuttum buksum, svartaskóm og so tí ullintu undurtroyggjuni hjá Ólavi, sum gjørdi, at eg troystaði mær heilt upp í kuldan. Hann spurdi meg, um eg kendi leiðina oman aftur? Eg segði, at tað helt eg. So hugdi hann eitt sindur strangur uppá meg og segði, at nú mátti eg kvika mær oman aftur, áðrenn tað fór at myrkja. Tað skuldi hann ikki siga tvær ferðir, tí eg var skjótur at ganga mær oman aftur - og væl gekk, eg fann gøtuna oman, og tá ein triðingur var eftir, møtti eg 4 amerikonskum gentum, sum vóru í lestrarørindum í Spaniu. Eg segði teimum, at eg kom úr Føroyum, men tað høvdu tær ongantíð hoyrt um. Tær vóru á veg upp, men ætlaðu sær nokk ikki uppá toppin. Nú var tað eg. sum var tann klóki og segði við genturnar, at tær ikki máttu ganga ov langt, tí tað fór at skýma skjótt.
Eg var sera fegin og takksamur fyri, at túrurin uppá Picos De Europa gekk so væl. Túrurin var ikki heilt vandaleysur, serliga tann síðsti hamarin, har mátti eg klatra og ansa sera væl eftir, at eg hevði eitt gott festi, men ikki fyri at rósa mær, so bilti sjálvsálitinum einki. Eitt má eg nevna, at eg gekk ikki 2.648 metrar upp, fóturin á fjallinum var yvir 1000 metrar uppi.
Tá eg var aftur í bilinum, koyrdi eg til tað nærmasta kampingplássið, tí nú var tað ein troyttur Eli, sum vildi sleppa at tørna inn.










